ÍF Føroyar klárt til divisions hondbólt

Fyri at tryggja sær uppflyting til 3. division spældi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum fýra dystir í kvalifikationsrækken uppá 10 dagar áðrenn steypakappingardystin móti Høj sum var tveir dagar seinni. Eftir hetta eru bert tveir dystir eftir hjá ÍF Føroyum í kvalifikationsrækken.

Her kunnu dystarfrásøgnirnar frá hesum fýra dystum lesast:

 

ÍF Føroyar - VLI - 06.03.2015

Rókur Akralíð

Menninir hjá ÍF Føroyum spældu fríggjadagin 06/03-2015 dyst ímóti VLI.  Fyrri dysturin móti júst hesum liði endaði 40-22 til ÍF Føroyar, so hetta var ein uppgáva, ið ikki skuldi gjørst ov trupul.

Føroysku menninir løgdu út sum ein orkan, og komu á odda 5-0. Dysturin tóktist sum eitt spæl og onkrir vóru longu byrjaðir og vísa síni hondbólts kynstir fram. Hetta bleiv tó ein lærdómur, um ikki at undirmeta mótstøðuliðið.

Venjarin hjá okkum segði einaferð hesi klóku orð í samband við ein á pappírinum lættan dyst: ”ein keðiligur dystur tekur eins langa tíð at leika, og ein góður dystur”,  hesi vísu orð vóru gloymd hendan dystin, tí at vit lótu VLI koma inn í dystin aftur. Dysturin gjørdist sum frá leið ein av teimum heilt vánaligu, og endaðu ÍF føroyar bert at vinna við 3 málum.

Umskylningarnir eru nógvir, um tað er tí at menn vóru byrjaðir at hugsa um dystirnar, ið liggja fyri framman skal vera ósagt, men at tankarnir vóru aðrastaðni, enn um hendan dyst, er heilt klárt.

Dysturin  hendan dagin gjørdist sum sagt ikki ein av teimum góðu, men fyri framman liggur ein spennandi uppgáva , ið Rósing so væl lýsti, sum ein dystur millum David og Goliat.

 

 

Málskjúttar vóru:

Jóannes 5

Rósing 4

Rókur 6

Tróndur 4

Tummas Pauli 4

Kristoffur 1

Rani 2

Jens 2

Jákup 1

Rói 3

 

ÍF Føroyar - VHC - 08-03-2015

Jákup Apol

 

Sunnudagin 08-03-2015 leikti besta manslið hjá ÌF Føroyum dyst í Vanløse har mótstøduliðið var VHC/Vidar. Àdrenn dystin lá mótstøðuliðið á 6 plássi og ikki høvdu tad stóra at spæla um, annað enn at sleppa at vinna oddaliðið í deildini.

Vit høvdu spælt sera illa dystin frammanundan, so okkara menn føldu at teir skyldaðu sær sjálvum ein ordiligan innsats og sum allir aðrir dystir, skuldi hesin eisini vinnast fyri at halda trygga kós ímóti upprykkjing.

Vit byrjaðu dystin væl og løgdu okkum skjótt á odda vid nøkrum málum og øktu leiðsluna sum fyrri hálvleikur gekk. Verjan var góð og málverjin góður, hetta gjørdi at skjótálopini riggadu sera væl og at munurin á máltalvuni spakuliga vaks.

Vid einari tryggari hálvleiksleidslu var tað onkur sum luftaði tankan, um tað mundi vera møguligt at sleppa í parkina at hyggja eftir seinna hálvleiki av FCK Brøndby dystinum. Hetta vildi venjarin ikki hoyra talan um, sigurin skuldi koyrast trygt heim og helst við einum so stórum málmuni sum gjørligt, fyri at náa málinum um ein málmun við 200 + málum.

So vit koyrdu á motorin í seinna hálvleiki, har skjótálopini hjá okkum skolaðu omanyvir Vidar verjuna.

Vit snøgt sagt runnu teir um koll og dysturin var avgjødur eftir nakrar fáar minuttir av seinna hálvleiki.

Endaliga stødan gjørdist ein sera tryggur 15-29 sigur til ÌF Føroyar.

Vid sínum 3 málum var revurin Rósing sera eydsýndur í síni roynd at gerast toppskjútti í dystinum, men tad vóru Tummas “T-pain” Hanusarson og Rókur Akralíð sum gjørdust toppskjúttar við 5 kassum í part, síðstnevndi gjørdist dagsins madur henda dystin, helst tí at hann átti sín stóra part í at Vidar bert fingu 15 mál.

 

Málskjúttar vóru:

Jóannes 4

Rósing 3

Rókur 5

Tróndur 3

Tummas Pauli 5

Kristoffur 3

Rani 2

Jákup 2

Rói 2

 

ÍF Føroyar - Team HK Køge - 13-03-2015

Jens Mohr

Fríggjakvøldi 13-03-2015 var topdystur í kvalificatións rekkuni, tá Ìf Føroyar á heimavølli tók móti Køge. Vid einum sigðri var Føroyar trýggja upprykkjnig, so nógv var uppá spæl.

 

Tad sást at menn vóru tendradir, tí føroysku garparnir løgdu hart frá byrjan og settu Køge undir stórt trýst. Skjótt var talan um eina 4 máls leiðslu og aftaná tad hugdi føroyingarnir seg ongantíd aftur. Hálvleiksstøðan gjørdist at Føroyar var á ádda vid 3 málum 17-14.

 

Seinni hálvleikur gjørdist ongantíð spennandi tí – sum ikki einaferð – vóru tey føroysku manfólkini dønunum yvirlegnir í øllum pørtum at hondbóltsspælinum. Heilt frá tí aftasta skansanum, framm til tann eysínta strikuspælarin, John Snow Junior, sum eisini gjørdis dagsins maður við 6 atkvøðum og toppskjútti. Skiftust menn um at taka ábyrgd og tá seinasta bríksli ljóðaði vóru allir mans komnir á máltalvuna. Endaliga støðan bleiv 28-19  til IF Føroyar.

 

Vid Hondbóltskvøðu – Valar Morghulis !

 

Málskjúttar vóru:

Jóannes 3

Rósing 5

Rókur 6

Tróndur 3

Tummas Pauli 1

Kristoffur 3

Rani 2

Jens 1

Jákup 1

 

ÍF Føroyar - Hvidovre - 15-03-2015

Rani Ellingsgaard

Sunnudagin var aftur dystur á skránni hjá 1 liðnum hjá monnum, og hesaferð var mótstøðuliði frá Hvidovre.

 

Eftir dystin fríggjakvøldi og tað tryggjaða 1 plássi,  var ikki so nógvur spenningur til hendan dystin. Menn royndu tó at seta sær nøkur mál til seinastu dystirnar, soleiðis at tað var okkurt at arbeiða fram ímóti. Onkur nevndi at vit kundu roynt at fáa ein málmun á +200 mál fyri kappingarári, og um tað skuldi bera til, máttu vit vinna seinastu dystirnar við uml. 20 málum hvør. Heit til 20 mál endaði tað tó ikki við, men tað var ikki langt frá.

 

Dysturin byrjaði sera væl fyri okkara mans. Verjan og Lars í málinum stóðu sera væl og skjótt var ÍF Føroyar á odda 8-2. Hóast lítið var at spæla um, sást tá ikki aftur á vøllinum. Menn vóru avgjørdir tá teir skutu uppá mál, og eisini gekk spæli skjótt fram eftir vøllinum. Tá fari var til hálvleiks vóru okkara mans frammanfyri 17-8.

 

Í hálvleikinum var práta um, at nú áttu vit kanska at vant ymiskar avtalur áðrenn dystin móti Høj týsdagin. Hettar sást eisini aftur í seinna hálvleiki, og til tíðir  sást at hettar var kanska tiltronkt. Menninir frá Hvidovre vunnu nú fleiri lættar bóltar frá okkara monnum ,og kundu lætliga fara í skjótálop. Vanliga verjan stóð tó sterk, og tá so álopi aftur kom at koyra nakað betur, øktist leiðslan aftur. Endaliga úrsliti var at ÍF Føroyar vann 32-15.

 

Allir spælarar royndist væl í dag, og sást ikki aftur at 1 plássi var tryggja, og at menn so at siga ikki hava annað enn gleðina av hondbóltinum at spæla fyri seinastu 3 dystirnar.

 

Nú er bert at síggja fram til spennandi steypadystin týskvøldi.

 

Málskjúttar vóru:

Jóannes 6

Rósing 4

Rókur 3

Tróndur 1

Tummas Pauli 6

Kristoffur 6

Rani 2

Rói 4

 

Eik stuðlar besta mansliði!