2. kvinnulið tapti

Kvinnur: ÍF Føroyar 2 - VSH 2002 4: (9-15) 19-34

Leygardagin 21. marts spældi 2. liðið hjá kvinnunum heimadyst á Parmagade ímóti VSH 2002.

Genturnar frá VSH 2002 løgdu bragdliga fyri, og okkara kvinnur høvdu trupult at koma til møguleikar. Leikferðin var lág, og dysturin var merktur av nógvum tekniskum feilum.

Tað mesta av fyrra hálvleiki fylgdist liðið tó og støðan var eina góða løtu 7-9. Eftir hetta steðgaðu vit upp og fáa ikki okkara álopsspæl at koyra. Vit hava ein málturk uppá 9 min., og tað endar við, at hálvleiksstøðan var 9-15 til gestirnar.

Eftir hálvleik koma vit eitt sindur fyri okkum. Tær fáa eina útvísing, sum vit gera okkum dælt av, samstundis sum vit fara at verja 5-1,. Vit ota okkum eitt sindur inn á tær, men støðan helt sær ikki leingi. Tær vóru, tíverri, eitt fet frammanfyri okkum og loystu okkara verjustøðu væl, samstundis við, at vit ikki fáa okkara álopsspæl at koyra.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 19-34.

Sigast skal tó, at hóast vit spældu ein heldur keðiligan dyst, so kempa genturnar til síðsta bríksl og fara ikki niður við høvdinum – vit koma sterkt aftur.