1. kvinnulið á odda, nú eitt umfar er eftir at leika

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Frb. HK (13-20) 22-34

Tað var toppur og botnur, ið møttust til næstseinasta dystin hetta kappingarárið hjá 1. kvinnuliði. Vegna sólarmyrkingina í Føroyum fríggjadagin, vóru fleiri av leikarunum burturstæddir hetta vikuskiftið. Hóast tað, fingu damurnar úr Frederiksberg ikki gjørt nógv við nýggja oddaliðið í Seriu 1. Úrslitið gjørdist 22-34 til ÍF Føroyar eftir hálvleikstøðuna 13-20. Við sigrinum í dag, hevur ÍF Føroyar lagt seg eitt stig fram um Herlev/Hjorten Håndbold, ið snávaðu um vikuskiftið.

Komandi leygardag spæla ÍF Føroyar kvinnur ímóti FIF 4, sum liggur á einum 8. plássi beint niðanfyri niðurflytingarlinjuna. Einans ein sigur er nøktandi leygardagin, tí so gerst beinleiðis uppflytingin veruleiki.

Komið og stuðlið fyrsta kvinnuliðið leygardagin (28. mars 2015)! Dysturin verður leiktur kl. 15:00 á heimavølli í Sundbyhøll 3.

Liðið og málskjúttar í dag: Maria Svabo Samuelsen, Anja Eliasen (6), Stina Av Kák Kollsker (1), Ása Dam á Neystabø (10), Birita Mortansdóttir (9), Eydna Apol (1), Helena Á Krákusteini, Anna Elinborgardóttir (2), Turið Akraberg Poulsen (4) og Henný Haraldsen (1).

Keel Solution stuðlar kvinnunum.