Ársveitsla

Fríggjakvøldið 10. apríl helt ÍF Føroyar Hondbóltur ársveislu í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum, tá tikið varð samanum og ársins leikarar vórðu kosnir.

Farna kappingarár hevur verið tad besta í felagnum higartil og bæði besta manslið og besta kvinnulið flyta upp í ávíkavist 3. división og kvalifikatiónsrekkjuna og annað manslið endar nummar tvey í seriu 2 og sleppur at spæla um uppflyting í seriu 1.

Samstundis er 1. manslið enn partur av steypakappingini, har 1. divisions liðið hjá HØJ seinast fekk kærleikan frá føroyingunum at kenna. Tískil var tað eftir ynski frá nevndini at venjarirnir hjá bæði kvinnum og monnum, Anja Eliasen og Tróndur Kragesteen á ársveitsluni kunngjørdu, at tey halda á fram komandi ár.

Ársins leikarar fyri kappingarárið 2014/15:
1. Manslið - Rókur Akralíð
2. Manslið - Leif Hákun Jacobsen
1. Kvinnulið - Ása á Neystabø
2. Kvinnulið - Paula Leitisstein Olsen

 

Harumframt hava mennirnir gjøgnum árið havt eina kapping, um hvør hevur klára seg best í venjing, umframt at ársins toppskútti varð kosin.
Besti Leikari í venjing í seinnu hálvu  - Tummas Pauli Hanussarson.
Besti Leikari í venjing í fyrru hálvur var Bartal Kamban
Ársins topskjútti - Jóannes Prestá