Kvinnurnar tryggja sær uppflyting

So er kappingin fyri kvinnurnar hjá ÍF-Føroyum endað á hesum sinni, og ikki kann sigast annað, enn at farið verður í summarfrí við einari glaðari og spentari kenslu – glaðar um farna kappingarár og spentar um, hvat komandi kappingarár fer at bjóða okkara kvinnum eftir summarfrítíðina.

 

1. liðið spældi sín seinasta dyst á heimavølli leygardagin tann 28/03 ímóti FIF 4, ið undan dystinum lá á einum næstaftasta plássi. Dysturin bar bráð av, at tað vóru nógvar, ið vóru farnar heim til Føroyar í páskafrí. Hóast dysturin ikki var eyðkendur av serliga góðum hondbóltsspæli, endaði hann við einum sigri til okkara kvinnur á 27-22. Við 18 dystum, 15 sigrum, 1 javnleiki og 2 tapum endaði fyrsta kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum kappingarárið við 31 stigum og sostatt á einum 1 plássi í donsku seriu 1 deildini. Soleiðis flyta tær upp í kvalifikasjónsrekkjuna, ið er fimt besta kvinnudeildin í Danmark, og ikki kann sigast annað, enn sæð verður fram til at spæla á einum hægri støði og í eini betri deild.

 

2. liðið spældi sín seinasta dyst væl seinni enn 1 liðið. Dysturin varð spældur á útivølli sunnudagin 12/04 ímóti KSG2. Hóast venjingarnar steðgaðu fyri seinasta dystin hjá 1. liðinum, so eydnaðist tað okkum at savna 9 gentur, ið høvdu hug at leika seinasta dystin. Undan dystin lá KSG2 á einum aftasta plássi og ÍF-Føroyar á einum næstaftasta plássi, so lagt varð upp til ein tættan dyst. Og tað var hann eisini. Allan dystin ígjøgnum var KSG2 á odda við einum ella tveimum málum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vendist gongdin tó, og okkara kvinnur løgdu seg á odda. Hendan gongdin helt sær tíbetur til seinasta bríksl og endaliga støðan gjørdist 19-23 til okkara kvinnur. 2. liðið, ið hevur leikað í donsku Seriu 2A deildini eftir jól, endaði á einum 4 plássi og verður tí verandi í deildini komandi kappingarár.

 

Keel Solution stuðlar kvinnunum.