ÍF Føroyar – Team Syhavsøerne, upptakt

Eftir sigurin móti Høj síðst í mars hevur bert eitt mál verið fyri framan, sum er næsti dystur í steypakappingini móti Team Sydhavsøerne. Talan er um síðsta umfarð áðrenn eystur og vestur verður sligið saman og farið verður undir 1/8-finalurnar. Tá verða liðini seataði, so um tað eydnast at vinnan leygardagin, stendur toppurin í donskum hondbólti fyri framman.

Eftir ein stuttan páskasteðg, hava allir menn vant hart og miðvíst fram móti dystinum. At heili 8 mans eru úttikninr til landsliðsvenjing seinni í mánaðinum, hevur nokk ikki gjørt hugin minni at venja. Hóast onkrar smásnuddir, so eru allir mans tøkir til dystin. Helgi Justinussen kemur at stýra liðnum frá síðulinjuni og  Tróndur kragesteen leikandi venjari sigur at hann sjáldan hevur verið so spentur til ein hondbóltsdyst, og at tað ræður um at raka dagin, um vit skulu hava ein møguleika at vinna.

 

Nógvir mans vóru til venjing týskvøldið.

 

 

Team Sydhavsøerne endaði nummar sjey í 1. división, 5 stig frammanfyri Høj á áttanda plássi. Eftir síðsta dyst hjá Team Sydhavsøerene 21. mars er stór útskifting farin fram á liðnum, so óvist er, hvat tað er fyri eitt lið, sum vit møta og um nýggju leikararnir á liðnum hava loyvi at spæla við. Eingin ivi er tó um, at Team Sydhavsøerne eru favorittar til dystin, men sum í síðsta dysti móti Høj, so kunnu okkara menn saktast gera eina vørr, um vit fáa spæli at koyra.

Vónandi koma nógvir áskoðarar til dystin, sum verður Sundbyøsterhallen, parmagade 8/Amagerbrogade 189.

Eik stuðlar 1. mansliði hjá ÍF Føroyum.