Fyrsti dystur í 3. Division!

 

Menninir hjá ÍF Føroyum spældu leygardagin 26-09-2015 dyst ímóti HK 73 - Frederikssund

 

Liðini fylgdust teir fyrstu minuttirnar, har serliga Lars helt okkum inni í dystinum við fleiri góðum bjargingum.

 

Í fyrra hálvleiki stóð 6-0 verjan seg ikki væl, og menn virkaðu ikki klárir. Tá støðan var 8-8 og 5 min vóru eftir til hálvleik, valdu venjarnir at skifta verju formation til 3-2-1, við debutant’inum (Eiriki Simonsen) sum 1’ari, Janus og Tróndur á 2’arinum og Róa aftanfyri. Hetta eydnaðist bara heilt væl! Vit vunnu teir næstu 5 min við 7-0, soleiðis at hálvleikstøðan var 15-8.

 

Í hálvleikinum bleiv ikki sagt so nógv, tí at venjarnir(vegna eina harða feriu) ikki høvdu orku til at tosa, aftaná at báðir høvdu spælt 30 min. Allir mans vóru tó samdir um, at haldast skuldi fram í seinna hálvleiki við tí góðu verjuni og halda áfram við at renna kontra.

 

Seinni hálvleikur er ikki nógv at skriva ”heim um”.  Vit høvdu alla tíðina eina greiða leiðslu, og var sigurin ongantíð í vanda. Dysturin endaði við einum 27-23 sigri til ÍF Føroyar.


Hæddarpunktið í dystinum var tá ið okkara 172 cm høgi høgri vongur, Kristoffur Kristoffersen, kláraði at vinna ein 50/50 bólt í luftini móti tveimum 2 mentrar høgum monnum, við at hoppa upp á herðarnar á tí eina og fanga bóltin.

 

Næsti dystur hjá ÍF Føroyum er mikukvøldið 30-09-2015 kl. 19.30 á heimavølli móti Dianalund.

 

 

Málskjúttar í dag vóru:

Jóannes 6

Janus 3

Rókur 1

Tróndur 5

Tummas Pauli 2

Kristoffur 4

Rani 3

Rói 1

Bjarti 2

 

Dagsins leikarar gjørdust Kristoffur og Jóannes við trimum atkvøðum hvør.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!