Steypakappingin í gongd aftur

So skuldi ÍF Føroyar leika fyrsta pokal dystin í nýggja kappingarárinum, vónirnar vóru góðar, og ikki er tað løgið tá hugsa verður um ótrúliga góðu úrslitini í fjør, har mann akkurát bleiv ov stuttur ímóti Team Sydhavsøerne. Ein sigur har hevði havt við sær at ÍF Føroyar hevði møtt KIF Kolding í næsta umfarið. Mótstøðuliðið hja ÍF Føroym hesa ferð var Dianalund.

Tað sást beinanvegin at menn ikki longu ætlaðu sær at fara úr kappingini, menn vóru klárir frá byrjan av, og við framúrskarandi verju og revsandi skjótálopum vóru vit skjótt á odda. Fyrri hálvleikir var merktir av langum álopum hjá Dianalund sum sera sjáldan spældi seg til upplagdar møguleikar, meðan vit hinvegin satsaðu 100% uppá aðrubylgju og tískil høvdu sera stutt álop, onkutíð ov stutt. Fyrri hálvleikur gekk væl og vit fóru til hálvleiks við einari tryggari leiðslu.

Í hálvleikinum løgdu venjarnir dent á at halda tempoðinum uppi og ikki lova Dianalund inn aftur í dystin. Hetta vóru menn einigir í, og vit byrjaðu har vit sleptu og restina av dystinum øktu vit bara um leiðsluna. Alt í alt ein sera tryggur sigur har ongantíð var ivi um hvør fór at vinna. Endaliga úrslitið var ein 35-15 sigur.

 

Málskjúttarnir í dag vóru:

Rókur 9

Jóannes 7

Eirikur 4

Tróndur 4

Janus 3

Bogi 2

Rani 2

Kristoffur 2

Rói 1

Bjarti 1

Dagsins leikari gjørdist Rókur "the gentle giant" Akralíð við heili 10 atkvøðum

 

Eik stuðlar besta mansliðið!