KSG - ÍF Føroyar

Við einum 20 máls sigri í ryggsekkinum frá seinasta dysti komu menn væl upplagdir til dystin í dag móti KSG. KSG liðið, sum vit møttu í dag, var betur mannað enn liðið, ið vit møttu í seinastu viku í steypakappingini. Venjaratoymið segði undan dystinum, at tað var avgerðandi, at vit kláraðu at halda líka gott fokus, sum vit gjørdu í dystinum móti Dianalund, tí at so gott spæl kemur ikki av sær sjálvum, men við disciplini, fokusi og vinnaramentaliteti í mente, skuldi tað nokk ganga.

Um dystin

Bæði liðini løgdu hart út. Tað var høgt tempo allan fyrra hálvleik. Teir høvdu valt at dekka við einum skeivum 1’ara á okkara høgra bakki. Men tað gjørdi ikki tann heilt stóra munin. ÍF Føroyar broytti skjótt upp á spælið hjá sær og kom til 80-100% skotmøguleikar. Liðini fylgdust næstan stavn um stavn. Tað vóru bert 1 og 2 mál, sum var munurin allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 16 - 17.

KSG fekk eina betri byrjan í seinna hálvleiki, tí teir komu fram um okkum eina lítla løtu 19-18. Vit komu ikki eins tendraðir út sum KSG. Men tíbetur raknaðu vit skjótt við aftur, og tað kom ferð aftur í dystin, tí verjan vardi nú mannliga, og tað gjørdi so, at tað kom gongd í fyrru bylgjuna, sum fekk nøkur nemm mál, og seinna bylgjan var beint í hølunum hvørja ferð, um fyrra bylgjan ikki kom til ein skotmøguleika. Dysturin endaði við einum sigri 29-33, also til okkum.

Hetta var eitt betri lið enn tað undanfarna. Verjan var góð hjá okkum, tí hinir komu ikki til líka nógvar góðar møguleikar eins og vit, men hinir vóru ómetaliga hepnir við teirra skotum.

Málskjúttarnir í dag vóru:

Rókur 7

Bogi 6

Kristoffur 4

Bjarti 4

Janus 4

Jóannes 3

Tróndur 3

Eirikur 2

 

Dagsins leikari gjørdist Bogi Gaard Davidsen

Eik stuðlar besta mansliðið