Fyrsti dystur hjá 2. kvinnuliðnum

Sunnudagin 4. oktober spældi 2. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var KSG 3, og dysturin varð leiktur í Tre Falke Hallen á Frederiksberg.

Kvinnurnar, sum spældu í dag, hava ikki vant saman sum eitt fullmannað lið, og tí var nakað av óvissu áðrenn dystin um, hvussu samanspælið fór at verða. Harafturat var vitanin um mótstøðuliðið lítil, og tí var ringt at vita, hvat væntast kundi av mótstøðukvinnunum.

Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, vóru fyrstu minuttirnir av dystinum eisini merktir av fjáltri: spælið koyrdi seint, kvinnurnar stóðu rættiliga stillar í álopinum og høvdu ringt við at finna hvørja aðra á vøllinum. Harafturímóti koyrdi verjan rættiliga væl frá byrjan, og tað gingu heilir 8 minuttir, áðrenn mótstøðuliðið fekk sítt fyrsta mál – ikki minst takkað verið málmanninum Connie, ið stóð sum ein brandur og bjargaði skoti eftir skoti. Í seinnu helvt av 1. hálvleiki sá tað út til, at ÍF Føroyar kvinnurnar høvdu rist byrjunarnervarnar av sær. Spælið gjørdist meira frítt, og kvinnurnar byrjaðu spakuliga at hála seg frá mótstøðuliðnum. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-10 til ÍF Føroyar.

Í hálvleikinum varð avgjørt at skifta til eina meira offensiva 5-1 verju, og hetta ørkymlaði mótstøðuliðið. Tað eydnaðist ÍF Føroyum at fanga nógvar bóltar hjá KSG 3 og síðani við skjótálopi renna fram og skora. Eisini álopsspælið bleiv munandi betri í seinna hálvleiki, og hóast nakað væntandi leikferð og í so nógvar brendar málmøguleikar, so gekk spælið væl til tíðir. Dómarin í dystinum legði frá byrjan eina harða linju, og hetta hóvaði ikki ÍF Føroyum kvinnunum so væl. Hetta hevði við sær, at ÍF Føroyar kvinnurnar fingu nógv gul kort, útvísingar og brotskøst ímóti sær. Tó nervaði hetta ikki føroysku kvinnurnar stórvegis, og sum leikur fór, so øktu tær so líðandi um munin, og tað eydnaðist ongantíð KSG 3 at hótta leiðsluna hjá ÍF Føroyum. Endaliga støðan gjørdist 11-22 til ÍF Føroyar.

Samumtikið vóru kvinnurnar væl nøgdar við dagsins avrik. Liðið er enn ikki samanspælt, og rúm er fyri betringum. Men við góðari verju, framúr málmansspæli og í løtum góðum álopsspæli, eydnaðist at vinna fyrsta dystin í árinum sannførandi, og boðar hetta frá góðum í mun til komandi dystir.

Málini vóru væl býtt millum leikararnar á liðnum.