Ugens Håndboldsbrag á hbold.dk

 

HBOLD.dk, ið helst er kendasta danska heimasíðan við hondbóltstíðindum, hevur valt heimadystin hjá 1. mansliðnum hjá ÍF Føroyum sum "Ugens Håndboldsbrag".

Hetta er ein partur av einum nýggjum konseptið hjá HBOLD.dk og Bet25, har tey seta fokus á ein útvaldan hondbóltsdyst hvørja viku. Hetta er fyrstu ferð hetta verður gjørt. HBOLD.dk hevur gjørt interview við venjara og leikara hjá mótstøðuliðnum Amager SK sum upptakt til dystin. Bet25 hevur sett nøkur odds á dystin har man t.d. kann spæla fyri upp til 100 kr. og fáa pengarnar aftur, um man tapur.

Sigast kann eisini, at Bet25 metir, at Amager SK, sum flutti niður úr 2. division seinasta kappingarár, er favorittur at vinna dystin. Oddsini eru býtt soleiðis: ÍF Føroyar 2.15 - X 11.50 - Amager SK 1.69.


Tey trý innsløgini kunnu síggjast her

 

Dysturin verður leiktur í Sundby Hallerne Hal 3, leygardagin 17.10.2015 kl. 14.15.

Hini liðini hjá ÍF Føroyum spæla eisini dyst leygardagin 17.10.2015 í Sundby Hallerne Hal 3. Dystarskráin sær soleiðis út:

Kl. 13.00 spælir 1.kvinnuliðið móti Greve Håndbold.

Kl. 14.15 spælir 1.mansliðið móti Amager SK.

Kl. 15.30 spælir 2.mansliðið móti B 09 København

Kl. 16.40 spælir 2.kvinnuliðið móti Vallenbæk IF.

Adressan er Englandsvej 61, 2300 København S.

Komið og stuðlið!

Koyr á ÍF Føroyar!