Sigur til 1. kvinnuliðið

Leygardagin, 17. oktober, spældi 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var Greve Håndbold.

Kappingin er ung enn, so kvinnurnar vistu ikki serliga nógv um mótstøðuliðið og kundu ikki hyggja at stigatalvuni fyri at gerast klókari heldur.

Dysturin var sera javnur allan vegin ígjøgnum, tó lógu okkara kvinnur omaná næstan allan dystin. Tað vóru tvær ferðir, at mótstøðuliðið kom framum, tó bert við einum máli. Fyrsti hálvleikur var sera rótutur. Okkara kvinnur mistu nógvir bóltar, gjørdu skritt fleiri ferðir og býttar avleveringar. Hetta gjørdi, at bæði liðini runnu nógv aftur og fram. Tá kvinnurnar høvdu fingið eina 4 máls leiðslu, mistu tær fleiri ferðir bóltin, og tað gjørdi, at tær ongantíð fingu hálað seg frá mótstøðuliðið.
Verjan var sera góð til tíðir, og vit fingu nøkur skjótálop av tí sama. Hálvleiksstøðan gjørdist 13-12 til ÍF Føroyar.

Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Fleiri feilir, tó ikki líka nógvir sum í fyrra hálvleiki. Sigast kann eisini, at kvinnurnar fingu álopið at koyra nógv betur enn fyrsta dyst, og tað boðar frá góðum til komandi dystirnir.
Liðini fylgdist allan vegin í seinna hálvleiki. Mótstøðuliðið kom tvær ferðir á odda í seinna hálvleiki, men hetta fingu kvinnurnar vent, og tær síðstu 10 minuttirnir var bara 1 mál á muni, har ÍF Føroyar var omaná. Mótstøðuliðið misti bóltin í 59’inda minutti og førdi við sær eitt skjótálop til okkum, har vit øktu til 28-26. Okkara kvinnur fingu ikki steðga mótstøðuliðnum, tá tær komu í álop aftur, og tað førdi til endaliga úrslitið 28-27.

Samanumtikið ein rótutur dystir, nógvir feilir, men eitt nøktandi avrik. Hetta kundi verið gjørt betur, og tað taka kvinnurnar við sær til næstu dystinir. 1. kvinnuliðið hevur longu ein dyst aftur komandi hóskvøld.

Málskjúttar vóru:
Birita M: 10 mál
Edith: 4 mál
Birita O: 3 mál
Andrea: 3 mál
Turið: 3 mál
Maria: 2 mál
Helena: 2 mál
Anna: 1 mál