Fremad Valby fór heim aftur við ongum

Seinnapart sunnudagin 25. oktober tóku ÍF Føroyar kvinnur ímóti Fremad Valby á heimavølli. Eftir at hava fingið javnleik hóskvøldið, vóru kvinnurnar og venjarin væl uppsettar uppá at vinna hendan dystin.

 

Verjuspælið koyrdi væl, men tað var heldur trupult at fáa áleypsspælið at koyra, og tískil gjørdist dysturin sera javnur. Nógvu persónligu misstøkini gera, at mótstøðuliðið megnar at vera við í dystinum. Í seinastu minuttunum draga vit tó frá og vinna dystin 24-21, eftir hálvleikstøðuna 8-9.

 

Málskjúttar og liðið í gjár:

 

Edith Dahl-Olesen 7

Turið Akraberg Poulsen 4

Stina Av Kák Kollsker 4

Birita Mortansdóttir 3

Birita Hermansdóttir Olsen 2

Anja Eliasen 2

Maria Dahl 1

Helena Á Krákusteini 1

Andrea Nielsen

Anna Elinborgardóttir

Erla Eliasen

 

Komandi dystur hjá 1. kvinnuliði er sunnudagin kl. 11 ímóti Team Amager 2 í Sundbyøster Idrætsanlæg á Parmagade 8. Team Amager 2 er enn ósigrað og liggur á einum fremsta plássi í bólkinum.

Keel Solution stuðlar kvinnunum