Fyrsta manslið fótaði sær aftur

Við einum heldur býttisligum tapi í skjáttuni frá síðsta dysti, var ein sigur eitt krav heima í Sundby høllini móti Furesø Håndbold, sum eins og vit, eisini bert høvdu tapt ein dyst í kappingini. Menn tóktust eisini meir uppsettir hendan dagin enn vanligt.

 

Gestirnir komu betri frá byrjan, og komu fram um við 3 málum beinanvegin. Men føroyingarnir fótaðu sær skjótt, og so var javnt aftur. Liðini skiftust um at skjóta mál restina av fyrra hálvleiki, sum endaði við at vit førdu við einum máli, 13-12.

 

Higartil í ár hava øll mótsøðu liðini vart offensivt móti okkum, og hetta hevur gingið rættiliga nógv út yvir spælið. Tað hevur ikki verið serliga gott glið á álopsspælinum, og nógv spælstop hava verið. Tað gongur hóast alt betri og betri við hesum, og oftani verður gott pláss til vengurnar og strikuspælarnar, sum hendan dagin vóru flúgvandi. Rani, Bogi, Kristoffur og Bjarti skoraðu allir eftir vild frá spískum, samstundis sum Rókur og Rói eisini fingu fleiri mál.

 

Hóast spælið ikki hevur verið gott síðstu dystirnar, sæst einki til hetta aftur í sjálvsálitinum hjá summum. Rókur og Rói sum mest eru kendir fyri teirra ræðandi fysikk, vístu síni kynstur við tekniskum snildum í álopspartinum. Rókur leyp inn frá spískum og skrúvaði bóltin millum beinini á málmanninum, meðan Rói gjørdi eina sonevnda ‘isse’ og legði sera hegnisliga bóltin uppum høvdið á málmanninum. Síðst nevnda enntá í síðstu avgerandi 10 minuttunum.

 

Í seinna hálvleiki komu vit betri frá byrjan, og eftir umleið 10 minuttir førdu vit við 5 málum. Men eftir heilt stuttari tíð við býttum feilum bæði í verju og álopi, kundu hinir spæla seg inn aftur í dystin.

Endin av dystinum gjørdist sera spennandi, og tá tveir minuttir vóru eftir stóð á jøvnum og hinir høvdu bóltin. Ein teirra leyp upp og skeyt frá 3. meturstrikuni, og onkursvegna kláraði Lars at bjarga, glíða í málnetinum og kasta bóltin út til innkast alt í einari rørslu.  Tá raplaðu illbønirnar niðuryvir Lars, sum stóð fast við at Rani altso var púra fríður til skjótálop, hóast umringaður av tveimum mótstøðumonnum.

Tað góða við Lars er tó, hóast onkra heilabløðing her og har, at hann stórtrívist tá stórt trýst liggur á honum. Við tveimum bjarginum í seinasta minutti var hann við til at avgera dystin saman við Róki og Kristoffur, sum skoraðu síðstu málini til endaligu støðuna 31-29.

 

Okkara nýggja rakett á vinstra veingi, Bogi Gaard Davidsen, sum júst er fluttur niður, hevur eisini víst stórar eginleikari sum verjuspælari longur inni á vøllinum. Men tað sæst at hann má venja seg av við tað so sera harða spælið, sum hann hevur verið vanur við heima í føroysku deildini. Hann hevði ikki meir enn traðka inn á vinstra bakk, so hevði hann fingið tvær útvísingar. Tað gekk tó ikki leingi til hann vandi seg við dómaralinjuna, og so hevði teirra høgri bakkur ongan livandi kjans longur.

 

Rókur fór avstað við heiðrinum sum bæði toppskjútti og dagsins leikari hendan dagin.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!