Fullu í steypakappingini

ÍF Føroyar - Herlev/Hjorten Håndbold 20-22

Næsti steypadystur hetta kappingarárið varð tíverri eisini til tann seinast, tá fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum tapti ímóti Herlev/Hjorten Håndbold 20 - 22. Steypakappingin gekk annars so strúkandi væl í fjør, har liðið var ein dyst frá at spæla 1/8 finalu ímóti KIF Kolding/København.

Dysturin var ikki merktur av serliga høgum intensitet og var hálvleiksstøðan bara 9-11 til mótstøðuliðið. Tað vóru sum heild skotin fá mál í dystinum, ið ikki hevði serliga høgt tempo. Tað gekk sum heild strilti at fáa mál, eins og vit ikki fingu okkara skjótálop ella 2. bylgju at koyra. Nakað sum hevur verið saknur í flestu av dystunum hetta kappingarárið.

Sigast kann tó, at tá umleið 10 minuttir vóru eftir at spæla, var tó ein glotti at hóma og nógv meira geistur/spæligleði/avgjørdheit var at síggja hjá øllum leikarum - eisini takkað verið teimum góðu áskoðarunum, ið heppaðu væl hesa løtuna. Her otaðu vit okkum inn á mótstøðuliðið. Men, tíverri, so var tað var "too little too late" og vit taptu dystin.

Vit hava ikki rættiliga funnið stevið enn, tí vit hava góðar mans, ið allir duga at spæla hondbólt, bæði á fyrsta og øðrum liði. Men vit falla ikki í fátt. Vit hava ein dyst aftur sunnudagin ímóti einum av toppliðunum í 3. división, og trúgvi eg, at vit koma sterkt aftur og skjótt fara at vísa, at vit eru betri enn, hvat vit higartil hava presterað (burtursæð frá tí fyrra steypakappingardystinum).


Málskjúttarnir vóru:

Jóannes 5

Rói 3

Bogi 3

Kristoffur 3

Tummas Pauli 3

Janus 2

Tróndur 1

 

Rói gjørdist dagsins leikari við 4 atkvøðum.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!