Sigur til 1. kvinnulið

Kvinnur: ÍF Føroyar - Ishøj HF 30-27

Sunnudagin 8. novembur tók 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum ímóti Ishøj HF á heimavølli í Sundby, og semja var um, at bert ein sigur kundi góðtakast ímóti botnliðnum í puljuni.

Tað er eitt allsamt meira samanspælt ÍF Føroyar lið, ið trakar á vøllin, og dysturin byrjaði eisini gott, men miðskeiðis í fyrsta hálvleiki gera vit tað aftur torført fyri okkum sjálvar.

Á sama hátt sum vit megnaðu at røkka støðinum hjá mótstøðuliðinum undanfarna vikuskifti, fylgdu vit her aftur við men lótu vit okkum toga heilt niður í tempoið hjá Ishøj. Tað var serliga teirra rutineraði høgri bakkur, sum pillaði tí annars solidu verjuna hjá okkum sundur, sum m.a. førdi til 8 brotskøst.

Tíanbetur er Birita M. ikki so nem at ávirka og skeyt ein bólt fyri og annan eftir framvið málverjanum og tryggjaði, at vit hildu leiðsluna.

Í seinna hálvleiki gekk aftur betri, og leiðslan øktist, tó uttan at vit fóru heilt frá teimum. Hóast spælið ikki var so yvirbevísandi, var lítil ivi um, at vit vóru betra liðið.

Endaliga støðan varð 30 - 27, og fyri at vit ikki skulu fara tystar heim frá venjing, skal líka viðmerkjast, at Turið buldraði 30. málið inn.

 

 

 

Málskjúttar:

Anna Berg 1

Anja Eliasen 4

Andrea Nielsen 1

Birita Hermansdóttir 2

Birita Mortansdóttir 12

Edith Dahl-Olesen 4

Maria Dahl 3

Stina av Kák 1

Turið Akraberg 2

 

Keel Solution stuðlar kvinnunum.