Tvíligur dystur

Í kava bardu vit okkum út í Frederiksbergahallerne har CBS tók ímóti. CBS slærdi okkum út úr steypakappingini við einum teprum 21-19 tapi, og sóu vit tí ein siður væl møguligan hendan dagin.

 

Frá dystarbyrjan leggur CBS út sum eitt ódnarveður. Tær eru flúgvandi, har ímóti hava vit torført við at fáa mál. Hendan gongdin heldur fram allan fyrsta hálvleik, og hálvleikstøðan gerst 14-7. Sigurin virkar brádliga fjarður, men hetta skuldi vísa seg øðrvísi.

Við taktiskum snildni frá Birgiri og okkara ágrýtni, vendist dysturin 180 stig. Við Onnu á odda standa vit mansterkar í verjuni, og tá CBS sluppu framvið, stóð Erla sum ein brandur í málinum. Hetta sæst aftur á teirra málúrtøku, tær megna einans at fáa trý mál í seinna hálvleiki.

Okkara  álopspæl gongur eisini nógv betur, og vit byrja at skora. Beint áðrenn dystarlok eydnast tað okkum at berja okkum inn á CBS. Tá týggju sekund eru eftir, er støðan 17-16 til CBS, vit eru í álopi, Anja skjýtur frá bakkinum, og bólturin rakar stongina, í málmannin og inn og vit fegnast! Men tíverri hevur dómarin ikki sæð bóltin í málinum, og tað verður ikki góðkent. Dysturin endar 17-16 til mótstøðuliðið.

Hóast vit ikki vunnu, vísa vit veruliga hvør dugur er í okkum og við áhaldandi stríðsvilja, skulu vit nokk náa langt hetta kappingarárið.

 

Liðið í dag og málskjúttar:

Erla Eliasen, Birita H. Olsen 3, Maria M. Dahl 3, Birita P. Mortansdóttir 3, Anja Eliasen 3, Turið Akraberg Poulsen 2, Stina Kollsker 1, Anna Elinborgardóttir 1, Andrea J. Nielsen og Helena á Krákusteini

Keel Solutions stuðlar kvinnunum!