Stórtap móti botnliði

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum vóru 3 des. í Albertslund og spældu dyst ímóti AG Håndbold. Dysturin varð spældur kl.20.10, og hetta er sera seint at spæla ein dyst mitt í viku.

 

Umstøðurnar vóru annars í topp í Albertslund, men ikki kann sigast tað sama um spælið hjá okkara kvinnum.

Vit høvdu avtalað, at vit skuldu byrja dystin við nógvari ferð og royna at sleppa frá mótstøðuliðnum beinanvegin. Vit komu fínt frá byrjan, men sluppu ongantíð frá mótstøðuliðnum. Tær hingu í allatíð, og tá 10-15 minuttir vóru farnir, drógu tær frá. Tær megnaðu at skilja okkara verju sundir og sloppu væl ímillum leikarinir hjá okkum. Hálvleiksstøðan var 15-9 til AG Håndbold.

 

Í hálvleikinum bleiv tosað um, at vit skuldu halda okkara avtalur, takla leikarinir áðrenn teir komu ov nær, og eisini fáa gongd á skjótálopini, so vit kundu fáa nøkur løtt mál.

 

Orsaka av stóra málmuninum í hálvleikinum, vistu vit, at tað fór at blíva torført at koma inn aftur í dystin, men vit royndu at gera okkara besta. Verjan sigldi framvegis í seinna hálvleiki, tó eitt stóðu vit eitt sindur betur enn í fyrra. Vit avtalaðu at leggja okkum líka inn á linjuna, so tær ikki sloppu so væl ímillum, men tá útnyttaði mótstøðuliðið at skjóta úti frá, og tað dugdu tær sera væl.

Tveir skaðar vóru á liðnum (tær vóru tí ikki við í dystinum), og tað var møguliga tað, ið gjørdi, at vit høvdu tað torført í verjuni. Vit kundu ikki sleppa út á beinkin at síggja, hvat vit gjørdu skeivt, so vit kundu fara inn aftur og broyta uppá hetta.

 

Sum vit tosaðu um í hálvleikinum, so eydnaðist tað at fáa nøkur skjótálop í seinna hálvleiki frá báðum síðum, og tað hjálpti at fáa nøkur løtt mál. Vit kláraðu tó ikki at hála tey 6 málini inn aftur, sum vit komu afturúr í fyrra, so dysturin varð taptur, og endaði hann 29-22 til AG Håndbold.

 

Málskjúttar í dystinum vóru:

Maria: 7 mál
Anja: 5 mál
Turið: 3 mál
Birita M: 2 mál
Birita O: 2 mál
Helena: 2 mál
Anna: 1 mál

Keel Solution stuðlar kvinnunum!