ENDILIGA EYDNAÐIST!!

Stemningurin á liðnum var sera góður henda dagin. Eftir at vit hava spælt sera nógvar javnar dyrstir, sum tíverri ikki hava givið so nógv stig á kontuna, sum vit kundu ynskt. Men sum allir hava verið við til at útvikla okkara spæl. Og við moralska sigrinum frá seinasta dystinum í rygsekkinum. Vóru vit allar klára og sera spentar, at spæla móti FIF sum lá nr. 3, tvey pláss framman fyri okkum.

Frá fyrsta floyti eru vit sera ágrýtnar og  spæla við sera nógvari ferð. Offensiva verjan hjá okkum riggar væl, og vengurnir fáa fiska fleiri bóltar, serliga er tad Birita H. sum við snildni lesur teirra spæli og fer fúkandi avstað. Onnur bylgjan riggar eisini væl, har serliga Birita M. smekkar nøkur sera væl placeraði undirhondsskot í kassan. Vit leggja okkum á dyrstin og eru framman fyri vid 3-4 málum, heilt fram til 25 min, har vit eru heldur óheldigar, raka stongina og fáa onkra útvisinig. Hetta ger at FIF koma inn á okkum aftur, og tá farið verður til hálvleiks eru vit eitt mál frammanfyri.

Spæli í seinna hálvleiki, er ikki eins flótandi sum í fyrra. Men vit berjast fyri hvørjum einasta bólti, og eru eisini framman fyri við 1-2 málum til tad eru 10 min. eftir, og tær javna. Tað fór eitt suð í gjøgnum høllina, tí fór tað nú at eydnast okkum at vinna.. Tad gongur sera striltið hjá báðum liðum at skora. Erla E. Stendur væl, og tekur ímillum annað tvey straffi. Við tolnum spæli og stríðsvilja vinna vit dystin 24-23. Endiliga eydnaðist tað hjá okkum at vinna aftur.. Fantastiskt!

Um vit spæla, sum vit gjørdu fyrstu 20 minuttirnar í dag, so ivist eg ikki í, at vit hava nógvar sigrar í væntu!

 

Málskjúttar og liðið í dag:

Birita Poulina Mortansdóttir 6

Birita Hermansdóttir Olsen 5

Anja Eliasen 3

Edith Dahl Olesen 3

Maria Dahl 2

Stina Av Kák Kollsker 2

Helena Á Krákusteini 1

Andrea Nielsen 1

Turið Akraberg Poulsen 1

Anna Elinborgardóttir

Erla Eliasen

 

Keel Solutions stuðlar kvinnunum!