Jól á ovastu rók!

Team Nørrebro - ÍF Føroyar

Leygardagin 12.desembur varð spælt á útivølli ímóti Team Nørrebro. Vit høvdu alt at vinna, meðan mótstøðuliðið lá á 3. aftasta plássi.

Onkrir leikarar vóru ikki við hesuferð. Garpar sum Rani Ellingsgaard og Jóannes Prestá vóru ikki við hendan dystin - teir vóru farnir heim. Venjarin Tróndur Kragesteen vildi vera við, at eftir sum hann ikki hevði skavað nakað stig fyri næst besta liðið á kontoina, at nú var løtan komin, so hann var eiheldur at síggja á vøllinum.

 

Frá dystarbyrjan valdi mótstøðuliðið at verja sera offensivt, 3-2-1 ella meira 3-3. Hetta darvaði okkara álopsspæl kann sigast, tí mótstøðuliðið lá odda at kalla allan fyrsta hálvleik. Vit kláraðu ikki ordiliga at fáa álopsspælið at rigga. Ella kanska var orsøkin tann, at T.P Hanusarson hevði bjóðað inn til ræst kjøt um kvøldið, so menn kanska ikki høvdu fokus á rætta stað. Í hálvleikinum førdi Team Nørrebro við einum málið.

Í øðrum hálvleiki kom ÍF Føroyar væl frá byrjan og løgdu seg á odda beinanvegin - eitt tíðarskeið 3-4 mál frammanfyri. Leiðslan tøktiskt ongantíð at vera heilt trygg, og tá 10min. vóru eftir av dystinum var aftur 1 mál á muni. Liðini fylgdust allan vegin til dystarenda og tíbetur lógu vit omaná tá klokkan bríkslaði av. ÍF Føroyar hevði næst síðsta álop og tað vóru eini 25 sekund eftir. Eirikur Simonsen gjørdi eitt megnar lop frá bakkinum beint upp í loft og hegnisliga setti bóltin trygt í málið - og ÍF Føroyar var eitt mál frammanfyri við umleið 15-20 sekundum eftir. Team Nørrebro megnaði ikki at skora síðsta álop, so úrslitið gjørdist 25-26 til ÍF Føroyar. Man of the match gjørdist Rói Lamhauge. Rói var ein brandur í verjuni samstundis sum hann, saman við Boga Gaard Davidsen, gjørdist toppskjútti við 5 málum.

Eik stuðlar besta mansliðið