Ársins fyrsti dystur


Sunnudagin 17. januar hevði fyrsta manslið hjá ÍF Føroyum ein sera torføran dyst á útivølli móti Helsingør. ÍF Føroyar liðið var væl mannað. Ein leikari manglaði tó, og tað var jarnmaðurin frá Hoyvík, Bogi G. Davidsen,  sum var í Føroyum í arbeiðsørindum.

 

Fyrri hálvleikur var sera javnur. ÍF Føroyar komu væl frá byrjan við Presti á odda. Aftaná 15 min. var støðan 8-6 til ÍF Føroyar, og Jóannes Abraham Prestá hevði skotið ikki færri enn 5 av teimum 8 málunum. Síðstu 15 min. av fyrra hálvleiki hevði Helsingør yvirtakið, og førdi við 1 máli í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var sera javnur teir fyrstu 20 min. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og bæði liðini gjørdu nógvar tekniskar villur og brendu illa.

Tá 50 min vóru farnir var støðan 20-20, og tað var her leikandi venjarin Tróndur Kragesteen vísti sínar taktisku snildir. Hann skifti seg sjálvan út og setti Eirik Simonsen inn. Eirikur vísti sama dirvi, sum Tróndur hevði víst, og ÍF Føroyar koyrdi ein 5 málssigur heim.

Støðan endaði 21-26.

 

Dagsins maður gjørdist Rókur.

 

Sigast skal, at Helsingør skal hava rós fyri at taka væl ímóti okkum. Føroysku leikararnir vórðu nevndir við navni, tá vit skoraðu og ”speakarin” eggjaði áskoðarunum at geva okkum klapp.

 

Málskjúttar: Janus 2, Bjarti 1, Rani 3, Tróndur 4, Jóannes 6, Eirikur 1, Tunmas Pauli 5, Rókur 5.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!