ÍF Føroyar - Furesø

Sunnudagin 24. Januar varð spælt á útivølli ímóti Furesø Håndbold. Liðið hjá ÍF Føroyum var skert til hendan dystin, tá heili fýra leikarir manglaðu. Rókur Akralíð og Bogi Davidsen vóru staddir í Føroyum, Lars Black í Italia  og Kristoffur Kristoffersen fyrireikaði seg til roynd.

Furesø legði hart út og vunnu sær skjótt eina leiðslu uppá 5-6 mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Sum fyrri hálvleikur leið fingu vit betur skil á bæði verjuna og álopi, so at málmunnurin ikki bleiv størri. Tó megnaðu vit ikki at minka um leiðsluna hjá Furesø í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur byrjaði betri hjá okkum, verjan stóð væl og vit fingu skjótt hálað nøkur mál innaftur. Sum seinni hálvleikur leið minkaði málmunnurin meira og meira. Við Eiriki, sum vísti stórspæl serliga í álopspartinum har hann skoraði eftir vild, á odda fingu vit bart okkum inn aftur í dystin. Tó megnaðu vit aldrin at koma frammum og í teimum síðstu minuttinum í dystinum mistu vit takið á teimum, so endaliga úrslitið gjørdist 32-27 til Furesø Håndbold.

 

Málskjúttanir vóru: Eirikur 6 mál, Tummas Pauli 6 mál, Rói 4 mál, Rani 3 mál, Jóannes 3 mál, Bjarti 3 mál og Tróndur 2 mál.

 

Dagsins leikari gjørdist Eirikur Simonsen við 7 atkvøðum.

 

Eik stuðlar besta mansliðið