Ætlaðu at venda januar gongdini

Leygardagin 30. Januar leikti 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta heimadyst í nýggja árinum. Mótstøðuliðið var Hillerød Håndbold, sum undan dystinum einans hevði tvey stig færri enn vit, tó við einum dysti meir leiktum. Í fyrra dystinum í kappingarárinum ímóti Hillerød taptu vit 26-24.

 

Januar er tiltikin vánaligur fyri hondbóltsúrslit hjá ÍF Føroyum sum heild. Vit byrjaðu árið við at vinna á Helsingør og síðani taptu vit á Furesø. Menn vóru uppsettir til dystin fyri at bróta januar gongdini og fyri framvegis at vera við í oddinum.

 

Eisini í hesum dystinum komu vit illa frá byrjan. vit mistu fyrsta bólt og í næsta álopi bleiv bólturin lobbaður í búkin á málverjanum frá Hillerød. Teir skoraðu uppá sínar møguleikar og komu á odda 3-0. Eftir hetta fingu vit eitt sindur betri skil á bæði álop og verju uttan at koma uppá tað støði sum vit sjálvir halda vit hava, og sum vit vístu áðrenn jól. Hálvleiksstøðan varð 12-13.

Í hálvleikinum var tosa um at fokusera uppá okkara verju og royna at fáa fleiri løtt mál uppá fyrstu og aðru bylgju, nakað sum hevur mangla hesar seinastu dystirnar. Høvðusvenjarin, sum hevur verið pressaður í seinastuni við at leggja seinastu hond á uppgávu sum eftir ætlan ger hann til Aquatic Cevilingenør, hevði yvirskot og hugleidi um at fáa Janus betri inn í dystin. Janus, sum er sjálvútnevndur “Kongurin úr Hoyvík” hevur vant sera hart seinastu tíðina og verið á einum sokallaðum “gain’ara”. Mett var at um vit megnaðu at útnytta formin og førleikarnar hjá Janusi, á rættan hátt, høvdu vit góðan møguleika at bróta teirra verju niður.

 

Seinni hálvleikur byrjaði tíverri eins og fyrri, vit taptu fyrstu løtuna 3-0 og vóru tí beinavegin 4 mál aftanfyri. Næstu løtuna gekk tó betri og vit komu skjótt afturíaftur, partvíst tí Janus fekk nøkur góð mál.  Gongdin í seinna hálvleiki var sera jøvn og í endanum høvdu bæði liðini møguleikar at avgera dystin til teirra fyrimun, uttan at nakað lið tøk av. Endaliga úrsliti gjørtist 23-23.

 

Eftir dystin vóru menn samdir um at hetta er ein dystur sum vit eiga at vinna, men at tað kortini var gott at vit ikki taptu.

 

Málskjúttarnir vóru: Janus 5, Jóannes 4, Eirikur 4, Bjarti 4, Tummas Pauli 2, Rani 2, Tróndur 1 og Hallur 1.

 

Janus var valdur til dagsins leikara.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!