Nú koyrir tað!

ÍF Føroyar leitaði sær til Virum at leika dyst í móti VSH 2002.

Tað var við Lars á odda sum Gps’ara, og sum eisini stóð í málinum. Hann hevði gjørt sær stóran ómak at finna vegin fram til høllina, og ikki minst at gera seg sjálvan kláran til dystin.

Tá komið var til høllina, var tað tann obligatoriski taktikkfundurin, stutt eftir at menn høvdu skift til tann bláa leikarabúnan. Tað var ein avtala, nú skuldu tað koma points aftur í kassan.

Dysturin byrjar, har bæði liðini leggja eitt sindur hart út í fyrra hálvleiki. Lars stendur væl í málinum, meðan álopið hjá okkkum haltar eitt sindur, vit koma ikki heilt upp í tað girið, vit høvdu í tonkunum, men tað verdur koyrt á, tað er eitt spæl við eitt sindur av tekniskum mistøkum. Hálvleiksstøðan var 11-12 til okkum.

Vit spældu eins hart í seinna hálvleiki, tí vit høvdu avtalað, at nú skuldu vit ikki bara gera einmans avrik, men tað gekk ikki heilt sum ætlað. Vit byrjadu, har vit sleptu, tað gekst striltið við at fáa spælið á glið, tað var framvegis (ov) nógv einmans avrik, men vit koyrdu á allan vegin. Tá vit fingu mál, fingu teir eisini mál. Spælið var ávirkað eitt sindur av frustratiónum ” tí tað gongst ikki altíð sum presturin prædikar”(Presturin í kirkjuni) men vit kláraðu at halda okkum framman fyri við einum máli, men til tíðir stóð á jøvnum.

Tá 54 minuttir eru farnir, rakna vit við og spæla hondbólt, tað sæst, at Tróndur og Janus hava hugt eftir hondbólti i januar mánað. Teir komu við nýggjum og annarleiðis opningum, og tað virkaði, spælið fór á glið, og vit spælu sum eitt lið, Tá megnadi VSH liðið ikki at fylgja við meira, og vit settu punktum fyri dystin.

Dysturin endaði við einum sigri til okkum 20-22.

 

Málskjúttar vóru: Janus 5, Tróndur 4, Bjarti 2, Jóannes 3, Eirikur 3, Tummas Pauli 2, Bogi 1, Hallur 1 og Rói 1.

Janus gjørdist dagsins leikari.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!