Menninir á veg uppaftur

Søguliga hevur ÍF Føroyar alltíð havt tað trupult teir fyrstu dystirnar aftaná jóasteðgin, og hetta í ár er heldur einki undantak. Fýra teir fyrstu dystirnir eru endaðir við tveimum ósigrum, einum javnleiki og einum sigri – allir sera javnir dystir. Tað hevur heldur ikki gjørt støðuna betri at stóri og sterki Rókur Við Akralíð, sum hevur staðið so sera stinnur í miðverjuni saman við Róa Lamhauge er farin til Føroyar í eina tíð at fylla depotini.

 

Í dag kom uppreisnin so endiliga tá USG kom á vitjan í Sundbyhøllini. Síðstu tvær vikurnar er nógvur dentur lagdur á konditiónsvenjing, og hetta hevur avgjørt havt sín stóra leiklut í sigrinum. Menn skeldaðust ikki so nógv sum áður, og sum dysturin leið gekk orkan undan hjá mótstøðumonnunum. Eftir at hava ført 14-13 í hálvleikinum, byrjaðu vit seinna hálvleik við at koma fýra mál fram um. Hesa løtuna stóð verjan sera væl, og álopið varð fyrimyndarliga stýrt av Eiriki Simonsen.

Eftir hetta høvdu vit fimm sera vánaligar minuttir, sum vit taptu 5-0. Tíbetur kláraðu allir at halda høvdið kalt, og so vunnu vit til síðst ein rættiliga tryggan 29-24 sigur.

 

Sum heild var hetta ein sera stuttligur at spæla, vóru menn samdir um. Nógv ferð var á spælinum í dag, og spæligleðin var aftur at síggja á liðnum. Ein føroyskur áskoðari í høllini segði at sjálvt Lars Black smíltist einaferð undir dystinum – stik den! Eirikur Simonsen og Janus Sørensen kappaðust um at skjóta bóltarnar í steingina og inn, straffini vóru aftur í dag skotin sikkur í málið og Bogi Gaard Davidsen er framvegis ikki komin niður á jørðina aftur eftir ein flúgvara sum hann hamraði heilt upp í málhornið.

Málskjúttar vóru Eirikur 4, Bjarti 3, Tróndur 2, Jóannes 6, Hallur 1, Rói 2, Janus 5, Bogi 3 og Tummas Pauli 3

Eirikur Simonsen varð valdur til dagsins leikara við 5 atkvøðum.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!