Fulla úrtøku móti toppliðnum og tepran sigur á botnliðnum

Eftir stórtapið í desember mánaði vóru vóninar satt at siga ikki stórar undan dystinum seinasta mikukvøld móti VLI, men vend kom í, og tað skuldi vísa seg at gerast ein heilt annar dystur!

Floytað varð í gongd kl 21.30 í einari heldur tómari høll á Frederiksberg. Tað gingu nakrir minuttir, áðrenn fyrsta málið kom - og var tað til okkara. Verjan stóð sera væl, og tí komu vit heldur yvirraskandi framum 1-3. Tað lat ikki til at genera heimaliðið nakað serligt, hóast tær tveittu fleiri bóltar burtur og megnaðu heldur ikki at passera Mariu í málinum, tá tær so fingu møguleikan. Miskeiðis í fyrsta hálvleiki varð Edith feld í skjótálopi, og tað bleiv eitt klárt, beinleiðis reytt kort til ein av lyklaleikarunum hjá mótstøðuliðnum. Tá gekk tað upp fyri liðnum, sum tá ikki hevði tapt hetta kappingaárið, at tær kanska høvdu undirvuderað mótstøðuliðið av Amager.fo. Vit stýrdu dystinum og komu framum 3-8, men tó eyðnaðist tað teimum at bróta okkara spæl og minkaðu skjótt um munin til hálvleikstøðuna 8-8. Vit misnýttu eitt hav av opnum málmøguleikum hesa løtuna umframt trý brotskøst. Í steðginum varð fokuserað á at finna tað góða, struktureraða spælið aftur. Liðini fylgdist restina av dystinum og skuldi hann ikki avgerðast fyrr enn í allar seinastu sekundunum. Tað stóð á jøvnum 21-21, tá hálvur minuttur restaði í og farið var í áleyp, tíðin var nýtt til fulnar og við 5 sekundum til seinasta bríksl spældi Birita O. bóltin hegnisliga inn á strikuna til eina ódekkaða Heidi, sum tveitti bóltin í málið til endaliga úrslitið 21-22, og sum vera man var føðin stór á okkara leikarum.

 

Sunnudagin 06.03.16 vóru vit á vitjan úti í Greve. Armarnir vóru ikki komnir niður aftur eftir sigurin seinasta mikukvøld, og tað gjørdist ein langur og tungur dystur ímóti teimum, ið liggja allar niðast á stigatalvuni.

Tað er synd at siga, at hondbóltsspælið var vakurt og illa gekst at skjóta mál. Damurnar úr Greve spældu sera seint og gingu fram eftir vøllinum, men hetta fekk tó ikki dómararnar at fyri drál. Tískil stóðu vit meginpartin av dystinum og vardu. Tá tíggju minuttir vóru eftir, stóð støðan 17-13 til heimaliðið. Vit gjørdust skjótt samdar um, at hetta als ikki var nøktandi, og í tí, ið var eftir av dystinum, skutu vit seks mál, og ímeðan tær einki fingu. Úrslitið gjørdist 17-19, og triði sigurin á rað er nú veruleiki.