ÍF Føroyar vann dystin um Amager

Eftir eina heldur ivasama byrjan uppá 2016, var tað serliga tídningarmikið fyri ÍF Føroyar, at vinna hetta vikuskrifti. Bæði fyri, at fáa gongd aftur á kappingárið, og fyri at vísa hvør ræður á Amager.

´

Allir menn vóru tøkir, burtursæð frá Rana Ellingsgaard, ið hevur fingið ein snudd í øksluna, og Rók Við Akralíð, sum framvegis gongur á beiti heima í Føroyum.

Fyri fyrstuferð í langa tíð, byrjaðu føroyingarnir dystin betur enn mótstøðuliðið og løgdu seg á odda. Serliga vóru tað vengirnir ið byrjaðu væl. Sum tveir føroyskir Eggert og Svan, runnu Bogi Davidsen og Bjarti Martinsson teir donsku spælarnar niður. Eisini stóð verjan væl, óðansæð hvør stóð í henni.

Sum fyrri hálvleikur leið, kom SK Amager meir við í dystin, men megnaðu tó ikki at hála tað stóra inná leiðsluna hjá ÍF Føroyum.  Hálvleiksstøðan var 14-9 til ÍF Føroyar.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. Liðini skiftust um at skora, og heldur var tað ÍF Føroyar sum dró frá. Miðskeiðis í seinna hálvleiki, kom stígur í føroysku málskorðanina, og uppruna ama’rkanarnir byrjðu at hála inná føroysku tilflytarnar. Serliga vóru tað nógvir tekniskir feilir frá føroyingunum, sum var orsøkin til hetta. ÍF Føroyar skorðaði ikki meir enn tvey mál, seinastu 15 minuttirnar av dystinum. Tó var føroyska leiðslan ongantíð í vanda, og endaði dysturin eisini 21-18 til ÍF Føroyar.

Dagsinsmenn gjørdust lúsa Tróndur og Bogi við trimum atkvøðum hvør

Málskorðarar: Tróndur Kragesteen 6, Bjarti Martinsson 5, Jóannis Prestá 3, Bogi G. Davidsen 3, Hallur Biskupstø 2, Eirikur Simonsen 1 og Rói H. Lamhauge 1

 

Eik stuðlar besta mansliðið!