Spennandi dystur móti FIF

1. lið spældi í vikuskiftinum, og var mótstøðuliðið hesuferð FIF. FIF hevði undan dystinum ikki so nógv at spæla um, liðið kann hvørki rykkja upp ella niður. ÍF Føroyar er hinvegin við í toppinum, og lá undan dystinum á einum 2. plássi, 4 stig frammanfyri nr 3.. Kravið til dystin var tískil 2 stig til føroyingarnar, fyri ikki at gera teir síðstu dystirnar alt ov spennandi. Dysturin skuldi vísa seg, at gerast ein av teimum meira spennandi......

 

Dysturin byrjar, og har sæst beinanvegin at FIF liðið hevur tonkt sær, at vinna í móti hesum føroysku hondbóltssnidlingum, tað er sum um, at øll liðini hava eitt sindur meira at geva av, tá ið tey møta kreminum av kreminum av føroyskum hondbólti.  Liðini fylgdust javnt fyrra part av fyrra hálvleiki, men ikki gekk long tíð, so høvdu úrmælingarnir úr Føroyum mist eina “bastión” í verjuni, Rói (hin langi vestmenningurin, ið dekkar mitt fyri) fær ein alboga í nakkan, “hævnen er sød” man vestmenningurin hava hugsa, og so sást reyða kortið. Eftir hetta sást á monnum at ein hvøkkur gekk gjøgnum liðið. Eins og ein “dementor” var hjástaddur, varð øll lívsgleðin sogin úr monnum eina løtu,  har gekk ein góð løta, har FIF liðið lá omaná, og fóru vit til hálvleiks aftanfyri við 2 málum.

2. hálvleikur byrjar og liðini fylgjast allan vegin, og er spælið rættiliga hart til tíðir.  Tá ið nakrir heilt fáir minuttir eru eftir at leika, velur venjaratoymi at senda verjuna fram í eina 3-2-1 verju, vit eru aftanfyri við 2. og hetta skal heintast. Síðsti minutturin gerst spennandi, føroyingarnir eru aftanfyri, fáa javna, og koma so aftur um aftur við einum máli. Síðsta álop, har eru 20 sek eftir og Eirikkur setur upp, hann vil hava nøkur sekund at ganga afturat, áðrenn skjótast skal upp á mál. Tríggjar metra kast er, bólturin verður spældur til Bjarta á høgra vongi, Bjarti finnur hegnisliga Rók á strikuni, og javnleikurin verður tryggjaður 6 sek áðrenn dystarlok.

Dysturin endaði sostatt við javnleiki, og víðsti hetta at vera næstan eins gott og at vinna. Ajax tapti í vikuskiftinum, og liggja vit nú bert 2 stig frá teimum, og eru betur innanhýsis. Íf Føroyar kann sostatt avgera sína egnu lagnu, tí enn mangla Ajax og ÍF Føroyar at leika ein síðsta dyst.

 

Málskjúttar:

Janus 4, Bjarti 3, Tróndur 3, Bogi 3, Eirikur 3, Tummas 3, Jóannes 3, Rókur 1 og Hallur 1.

Dagsins leikarar gjørdust Eirikur og Bogi.

Eik stuðlar besta mansliðið!