Har fór gullið!

Leygardagin 2. apríl leiktu Ajax og Íf Føroyar í Bavnehøj høllini á Enghavevej, 2450 Keypmannahavn. Fyri at ÍF Føroyar skuldi vinna gull, so var kravið ein sigur, tí Ajax vóru tvey stig frammanfyri og bert tveir vóru dystir eftir at leika. Upptaktin til dystin hevði ikki verið optimal. Páskini hava ávirka venjingarnar, tí leikara eru farnir á feriu og leikandi venjarin, Tróndur Kragesten, enn einaferð skuldi til ” Europas mest romantiske hovedstad”, París, við damuni Edith Dahl Olesen

ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, verjan stóð væl og vit vóru frammanfyri við 2-3 málmum fyrstu 15 minutturnar, men so kom vend í. Vit byrjaðu at brenna illa, og teir skoraðu uppá alt, tískil fór Ajax til hálvleiks við einari 4 máls leiðslu.

 

Seinni hálvleikur byrjaði (tíverri) sum fyrsti endaði. Ajax komu framum við 7 málum. Nýggi hjálparvenjarin, Niklas Reginsson royndi alt hann hevði lært frá sínum lærumeistara, Jan Ottosen, men einki virkaði. Okkara vanligi stórskjútti, Rani Ellingsgaard segði aftaná dystin, at ÍF Føroyar høvdu 20 ymiskar konstellationir uppá 45 minuttir.  
Dysturin endaði 22-18 til Ajax, sum ger at ÍF Føroyar ikki kunna enda nummar 1.

”Man of the match” gjørdis Bjarti Hansen við 5 atkvøðum, næstur honum gjørdist Eirikur Jákupsson Simonsen við 3 atkvøðum og Lars Black við tveimum.

Topskorarar vóru Eirikur Jákupsson Simonsen og Bjarti Hansen, 5 mál hvør.

Eik stuðlar besta mansliðið!