Nú nærkast kappingarbyrjan

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Kvinnur og menn hjá ÍF Føroyum hondbólti hava longu vant í nakrar vikur. Nýggjar dystarblusur eru keyptar til besta liðið hjá kvinnum og monnum og eru nær við at fara til prentingar. Nýggjur høvðustuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik samtakið. Tað merkir at allar dystarblusur felagsins fáa prent av einum av  búmerkinum hjá samtakinum á. Meir um dystarblusurnar og aðrar stuðlar tá ið tær eru komnar frá prenting.

Vengingartíðirnar eru í fyrstu atløgu býttar soleiðis:

Menn:

Týsdag:  kl. 18:00 - 19:30 í Sundbyøster hal 2

Hósdag:   kl. 18:00 - 19:30 í Peder Lykke Skolen

Kvinnur:

Týsdag: kl. 19:30 - 21:00 í Sundbyøster hal 2

Hósdag:  kl. 17:00- 18:00 í Peder Lykke Skolen


Kappingarbyrjan er viku 38.

1. liðið hjá kvinnum spælir 22-09-2016 kl. 19.30 fyrsta dystin í ár tá ið tær spæla á útivølli móti Borsholm-S IF í steypakappingini.

1. liðið hjá monum spælir sín fyrsta dyst í 2. division á útivølli móti Hvidovre IF. Dysturin verður leiktur 24-09-2016 kl. 14.15.

2 liðið hjá monnum spælir 25-09-2016 kl. 15.00 á útivølli móti Lyngby. Hetta er fyrsti dyst hjá liðnum í kvalifikationsrækken.

1. liðið hjá kvinum møtir HK 73 Frederiksund í kvalifikationsrækken á útivølli 25-09-2016 kl. 15.30.

Kappingin hjá 2. liðið hjá kvinnum verður løgd um eina viku ella tvær.

 

Koyr á ÍF Føroyar