Kvinnurnar vunnu fyrsta dyst

Kvinnur: HK 73 Frd. - ÍF Føroyar 23-25

Tann 25.09.16 leiktu kvinnurnar fyrsta dystin í landskappingini á útivølli í Frederikssund.

Kvinnurnar vóru spentar til dystin, tí vit kendu als ikki nakað mótstøðuliðið.

Okkara kvinnur byrjaðu dystin væl; vit høvdu tol í álopinum og avtalurnar vórður hildnar. Vit komu skjótt fram um 1-5. Sum frá leið gjørdist dysturin tó meira javnur. Vit fingu ikki ordiliga verjupartin at hanga saman, samstundis við, at vit spældu í undirtali stóran part av 1. hálvleiki. Vit kunnu tó takka okkara nýggju málkvinnu - Beintu Sigurdsdóttir fyri, at vit, hóast alt, fóru til hálvleiks við einari 1-máls leiðslu.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum vit slepti fyrra. Vit fáa mál, men tær svara aftur beinanvegin. Vit fáa líka nógvar útvísingar í seinna hálvleiki, og ber hetta við sær, at vit koma afturum 20-18. Henda støðan helt sær í nakrar minuttir. Dømingin gongur ikki okkara veg júst hetta tíðarskeiðið, men vit megna at halda høvdið kalt og venda frustratiónunum til okkara fyrimun og vinna tepurt 23-25.

Alt í alt ein arbeiðssigur, sum vit eru væl nøgdar við.

Komandi leygardag leika vit fyrsta heimadystin í Sundbyøster høllini.

Liðið í dag:
Beinta, Stina (2), Una (7), Paula (1), Birita H (2), Birita M (2), Edith (7), Andrea (2), Sunniva, Oddvør (1), Helena (1)

Hiddenfjord er nýggjur høvuðsstuðul hjá kvinnunum.