Kollektivt kollaps móti Ydun!

Týsdagin 4.oktobur tók 1.liðið hjá ÍF Føroyar ímóti Ydun.

Dystargongd:

Fyrstu 10 minutirnar av dystinum fylgdust liðini, men tá 15-20 min vóru farnir hevði Ydun lagt seg á odda við 4-5 málum. Hendan løtan var sermerkt við nógvum tekniskum villum frá heimaliðinum og tað sá svart út, men tá umleið 5 min vóru eftir av fyrsta hálvleiki tók heimaliðið eitt megnar tak og í hálvleikinum vísti klokkan 12-13 til gestirnar. Seinni hálvleikur var so at siga ein marra hjá ÍF Føroyum. Gestirnir løgdu hart út og komu á odda við 5-6 málum aftaná bert 7 min. Hesa leiðsluna megnaði heimaliðið ongantíð at hótta, og gestirnir úr Frederiksberg kundu fara heimaftur við 2 stigum. 26-30 bleiv úrslitið.

Dysturin var, fyri heimaliðið, sermerktur við sera nógvum tekniskum villum í alópinum og basalum villum í verjuni. Hyggja vit at verjuni fyrst, so fingu gestirnir 30 mál, samstundis sum heimaliðið ikki megnaði at fáa nakað mál í snarálopi. Nakrar ferðir vóru glottar at hóma, har heimaliðið fekk ferð á álopsspælið og á aðru bylgjuna í kontrafasuni, men ikki nokk til at geva stig.
Tær teknisku villurnar í álopinum vóru ov nógvar, og tað bleiv revsað hvørjaferð.

Eitt kollektivt kollaps, har allir sum ein høvdu ein off-dag.

Málskjúttar:

Jóannes 7, Rói 4, Tróndur 4, Eirikur 4, Hallur 3, Rósing 2 og Rani 1.

Rói var valdur dagsins leikari.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum