Menn gjørdu bart!

ÍF Føroyar - Næstved/Herlufsholm

Tað er leygardagur 29. oktobur. Klokkan er 14. Fyrsta manslið ÍF Føroya ger klárt til at seta dystin móti Næstved/Herlufsholm í gongd. Undan dystinum liggja føroysku útisetarnir niðarliga á stigatalvuni við sølle tveimum stigum eftir fýra dystir. Tað hevur hildnast betri hjá mótstøðumonnunum, sum hava skaffað sjey stig eftir fimm dystir. Menn eru sera uppsettir at reisa seg og kasta illa smakkandi ósigurin mikukvøldið í Roskilde av sær.

Fyrri hálvleikur verður leiktur júst eftir bókini hjá coach Reginsson. Verjan stendur so væl sum ongantíð fyrr, og málverjarnir pilka skjúttarnar úr Næstved ein eftir annan. Í hinum endanum koyrir tað sum fretur eftir gleri. Serliga er tað Hr. Simonsen, sum ger um seg.
Hálvleiksstøðan er 16-10.

Maskinan koyrir ikki eins væl í byrjanini av seinna hálvleiki, og Næstved hálar nøkur mál inn á okkum. Næstved velir at mansverja Trónd, og hetta loypir hvøkk á serliga Eirikur, sum als ikki skilir teirra avgerð. Eirikur missir pippið og kemur ongantíð uppá sama høga niveau eins og í fyrra hálvleiki. Um miðjan seinna hálvleik taka vit okkum saman aftur, fáa støðuna undir kontrol og koyra sigurin sannførandi heim. Dysturin endar 27-21.

Dagsins detalja: Rókur Akralíð.
Rókur fær bóltin í skjótálopi. Hann skjýtir, men málmaðurin bjargar bóltin út til innkast uml. ein metur frá mállinjuni. Meðan teirra málmaður fegnast um bjargingina, ger doktor Akralíð skjótt av og skorar hegnisliga beinleiðis uppá innkastið.

Málskjúttar vóru: Eirikur 8, Tróndur 4, Rókur 4, Rósing 4, Hallur 2, Teitur 2, Rói 1, og Janus 1

Dagsins leikari gjørdist Eirikur Simonsen við 6 atkvøðum.

Høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik