Heim úr Ringsted við 2 stigum

TMS Ringsted 2 – ÌF Føroyar

Dysturin byrjaði við tveimum góðum og hartarbeiðandi verjum og einum Lars í stórformi í málinum. Tá 7 minuttir vóru farin var støðan 1-0 til okkum. Tá hálvleikurin var hálvrunnin var støðan 3-3. Men eftir hetta kom meira glið á álopspartin hjá báðum liðum, tó at Ringsted var frammanfyri við 1-2 málum. Síðsta álopið undan steðginum fingu vit kempa okkum fram til eitt fríkast, og Eirikur gjørdi ikki mætari enn at skjóta beinleiðis í mál. Hálvleiksstøðan var Ringsted 12 – 11 ÌF Føroyar.

Seinna hálvleik byrjaðu vit væl betur enn Ringsted og fingu arbeitt okkum eina 2-máls leiðslu heilt skjótt. Tá 15 minuttir vóru farnir var aftur javnt og liðini fylgdust heilt til endan, har vit runnu eitt sinnur frá teimum og endaðu at vinna dystin 24 – 27.

Liðið: Rókur (6), Eirikur (9), Rósing (2), Rói (2), Teitur (1), Hallur (5), Steinar (2), Kristjan, Jákup, Tóraldur og Lars.

Dagsins leikari: Lars L. Black

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum.