ÍF Føroyar - IF Stadion

ÍF Føroyar - IF Stadion

 

Huff huff.... Stutt sagt skal hasin gloymast sum skjótast. Vit taptu imóti einum nógv betri liđiđ har vit eisini spæl avbera illa og einki sum helst riggar. Í fyrra hálvleiki vera vit serliga hart revsađir av okkara feilum og vit hava óvanliga nógvar telji feilir í verjuni. Teir dekka 3-2-1 og hettar stressar okkum nógv og vit spæla síđulens. Hálvleik støđan er 14 - 8 til Staion.

Í seinna leiki byrja vit viđ at mannsverja 2 leikarir og hettar riggar ikki væl og teir skora 4 mál í ráđ og dysturin er tá endaliga avgjørdur. Og restina av dystinum var meira um at avmarka tapti. Dysturin endađi 17-30.

Stór spælarin hjá okkum i ár, Eirikur Simonsen, fekk ikki góđar arbeiđs umstøđur hendan dystin har hann bleiv yvirmatchađur av bakkinum iđ stóđ langt frammi, serliga fysiskt. Stórsta ljóđspunkt hendan dystin var vilsta barniđ hjá okkum, Janus Sørensen. Hann er serstakliga væl skaptur at spæla ímóti eini 3-2-1 verju og var hann tann leikarin sum fann holini og bleiv eisini dagsins leikari. Seinast vit møttu Stadion vunnu vit viđ 14 málum, so enn føra vit viđ 1-0!!