Nevndin skipa av nýggjum

Mánakvøldið 05-12-2016 var nevndarfundur hjá ÍF Føroyum Hondbólti. Størsta málið á skránni var at velja nýggjan formann nú Djóni Højgaard er farin til Føroyar at arbeiða eftir loknan lesnað. Djóni hevur av álvara verið við at mynda hondbóltin hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn.

Hann hevur gjørt nógv fyri felagið og tí ynskja vit at takkað Djóna fyri góða samstarvið og ynskja honum góða eydnu í framtíðini.


Maður kemur í mans stað sigst. Tað verður eisni ein maður í tekur við sum formaður eftir Djóna. Tóraldur Kollsker, sum saman við Halli Biskupstø hevur verið partur av nevndini síðani kappingarbyrjan, hevur átikið sær leiklutin at standa á odda fyri hondbóltinum hjá ÍF Føroyum. Birita Mortansdóttir ferð í starvsvenjing í Føroyum komandi hálva árið so tí er gott at hava fingið hesar báðar ungu hoyvíksingar við í nevndina.

Nevndin er nú soleiðis mannað: Tóraldur Kollsker, Kristina Simonsen, Jenný Kragesteen, Edith Dahl Olesen, Hallur Biskopstø og Jóannes Prestá