TIK Taastrup – ÍF Føroyar

TIK Taastrup – ÍF Føroyar

 

Dysturin byrjaði sera javnt, har TIK var eitt vet frammanfyri okkum. Verjan stóð sum heild væl, tó vóru nakrir konsentrationsfeilir til tíðir, sum blivu rættaðir og vóru vekk, aftaná at nakrar justeringar vóru gjørdar. Rættingarnar førdu við sær, at málskoringin hjá TIK steðgaði heilt upp ímóti endanum av 1. hálvleikið, samstundis sum vit fingu hol á málskjótingina við fleiri góðum snarálopum – serliga var tað ein vælleikandi Rókur, sum gjørdi sítt fyri, at vit kundu fara til hálvleiks við einari leiðslu á 2 mál (11-9).

Í byrjanin á 2. hálvleik gjørdu vit eina rúgvu av feilum, sum TIK gagnnýttu til fulnar og revsaðu okkum við fleiri málum, soleiðis at teir komu framum 15-11. Eftir eina vánaliga byrjan bleiv okkara spæl meira støðugt aftur og vit hildu teimum á einari leiðslu á 4-5 málum til uml 10. min vóru eftir. Tá komu vit sterkt aftur og megnaðu at vinna so mikið nógv inná TIK, at munurin einans var 1 mál. Tá einans 3 min vóru eftir, brendu vit eitt straffi – hetta gjørdi tað sera torført hjá okkum at vinna, tó var enn møguleiki at taka 1 stig við heim, men tíðanverri skoraðu teir í síðsta álopið. Vit fingu síðsta málið beint áðrenn dysturin endaði til støðuna 24-23.

 

Málskjúttar: Rókur 7, Hallur 5, Jóannes 4, Steinar 2, Rói 2, Tróndur 2, Andrias 1

 

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum