Víðari í steypakappingini

Hóskvøldið 15. desembur spældi 1. liðið hjá ÍF Føroyum steypadyst á útivølli í Nørrebro Hallen. Móstøðuliðið var Team Nørrebro, ið flutti niður úr 3. Division í fjør og tískil leika í kvalifikationsrækken í ár. Har liggja teir nr. tvey eftir 11 dystir.

Tað er ofta torført at vera hundrað prosent klárur frá byrjan til miðvikudystir, serliga um tað er á útivølli. Tá ið dysturin so eisini er móti einum liðið sum liggur tvær deildir lægri kann tað gerðast farligt. Menn vita av hesum og tí var snakkað um tað og uppleggið var eisini at vit máttu verða klárðir frá byrjan.

Dysturin byrjar og tað typiska hendir, vit eru óneyvir bæði í verju og álopið, meðan mótstøðuliðið straffar okkum.  Teir byrja við eini offensivari 3-3 verju sum vit hava trupulleikar við at bróta niður tí álopið gongur heldur seint. Tá ið vit koma til møguleikar eru vit alt ov óneyvir. Onkur gramdi seg um at vit gjørdu ein kvalifikationsmálmann til ein klassamálmann. Vit fóru aftanfyri 12-5, men áðrenn hálvleik fáa vit betri skil á verjuna og fáa nøkur løtt mál so vit kunnu fara til hálvleiks aftanfyri við trimum. Hálvleiksstøðan var 12-9.

 

Í hálvleikinum var avtalað at vit skuldu halda fram við góðu verjuni og koyra skjótt fram og útnytta okkara aðru bylgju, sum eisini riggaði væl seinasta dyst. Ofta hevur stóri trupulleikin hjá okkum verið beint eftir hálvleik, har vit byrja illa og so er mótbrekka restina av dystinum. Soleiðis var tó ikki, avtalurnar í hálvleikinum riggaðu væl og vit fingu eina góða byrjan uppá seinna hálvleik. Vit komu nokkso skjótt frammum og eftir tað var ikki stórur ivi í hvør fór at vinna. Vit vunnu seinna hálvleik 19-10 og úrslitið gjørdist sostatt 28-22.

Rói Lamhauge, ið leikti sín seinasta dyst fyri ÍF Føroyar var kosin dagsins leikari. Rói er mest kendur fyri sítt góða verju spæl. Hendan dagin kann sigast at verjan veruliga kom í gongd eftir at Rói gjørdi ein feil í uppspælinum. Vit spældu í hvítum av tí at heimaliðið spælir í bláum. Rói fangar ein leysan bólt í verjuni og sær at ein spælari er púra leysur longur frammi. Tíverri fyri hann og okkum, so er tað ein av teimum bláu frá Nørrebro sum loftar bóltinum og teir sleppa tí aftur í álop. Hetta vakti sovandi risan í føroysku verjuni sum eftir hetta einans læt 12 mál ígjøgnum.

Málskjúttar vóru: Rókur 7, Eirikur 6, Rói 4, Hallur 3, Teitur 3, Steinar 2, Jóannes 2, Tróndur 1 og Kristjan Dulavík fekk sítt fyrsta mál fyri felagið.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum