Greitt tap móti oddaliðnum!

Týsdagin 17.januar spældi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum útidyst ímóti oddaliðnum úr Brønshøj, IF Stadion. Lagt var ikki upp til nakran dyst, har vit ætlaðu stigini heim við, men kortini vildu vit royna at geva teimum høvuðbrýggj.

Dystargongd:

Í fyrsta hálvleiki fylgdust bæði liðini, hóast vit vóru aftanfyri við 2-3 málum. Eftir umleið 10 min fór IF Stadion í snarálop og Lars Black, ið var komin út úr málteiginum eftir bóltinum, feldi mótspælarin og tilognaði sær eitt beinleiðis reytt kort og verður tískil ikki við næsta dyst. Tað sást væl, at menninir hjá okkum kanska hava etið ov nógvar gæs/dunnur á jólum – samstundis sum vit kanska hava fylgt í so nógv hindber sós á rís a la mande. Hálvleiksstøðan var 13-8 til heimaliðið úr, har vit høvdu roynt sum frægast at dragað leikferðina úr dystinum.

Ætlanin eftir steðgin var, at vit framhaldandi vildu halda leikferðina niðri, men basalir feilir og vánaligar atsøknir móti málinum gjørdu, at heimaliðið rann okkum niður allan næsta hálvleik á tamb. Úrslitið gjørdist 31-16 til heimaliðið, IF Stadion.

Vit vórðu hart raktir av skaðum, karantenum og sjúkum henda dagin. Eirikur Simonsen, bráðrisin sum hann er, megnaði tilogna sær leikbann til henda dystin, og tað merktist, at stórskjúttin frá 1.hálvu ikki var við. Komandi læknin, Rókur “við” Akralíð, megnaði ikki at tilskrivað sær nakað recept uppá sjúkuna, sum hann hevði henda dagin og var tí eiheldur við. Tróndur Kragesteen hevði á sera gátuføran hátt brákað rivjabeinibð og var tí ikki meira enn hálvur. Rói Lamhauge er fluttur heim til Føroyar við familjuni og verður ikki at síggja í einari ÍF Føroyar troyggju aftur á hesum sinni – og vit vilja gjarna nýta høvi at takka honum fyri tíðina og ynskja alt tað besta framyvir.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum