Keðiliga gongdin heldur fram

Leygardagin 21 januar leikti ÍF Føroyar móti Roskilde. Tað var lagt upp til ein sera spennandi dyst, tí liðini spældu ein sera javnan dyst í Roskilde í fyrru helvt av kappingini.

Stóri málslúkarin hjá ÍF Føroyum hetta kappingarárið, Eirikur Simonsen, var við aftur, aftaná at hann fekk eitt sera sera bíligt reytt kort móti FIF 4 des., sum førdi við sær 2 dystir leikbann. Leikandi læknin, Rókur ”við” Akralíð var eisni tøkur til hendan dystin, aftaná eitt hart vikuskifti við landsliðnum, sum gjørdi, at hann ikki fekk spælt móti Stadion týskvøldið 17. januar.

 

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, tó var Roskilde á odda við 1-2 málum allan vegin. Verjan hjá ÍF Føroyum stóð fínt, men málmaðurin hjá okkum hendan dagin, var sera óheldigur, tí hann rørdi so gott sum allar bóltarnar, ið fóru í mál. Hevði tað talt sum ein bjarging, so hevði hansara bjargingarprosent verið 95%, hendan dagin. Tað stationera álopið hjá ÍF Føroyum riggaði væl - serliga bakspælararnir fingu nógv burturúr og komu til skot so gott sum hvørja ferð. Vengrinir fingu eisini nógvar bóltar, men hvassheitin manglaði, sum hevði við sær, at Roskilde høvdu eina 3 málsleiðslu í hálvleikinum.
2. hálvleikur helt somu gongd sum fyrri. Gott álopspæl frá ÍF Føroyum, men tað defensiva haltaði. Tá 12 min vóru eftir var støðan 22-21 til Roskilde, men í avgerðandi støðum høvdu vit ikki tann rætta neyvleika, og dysturin endaði 33-27, sum er eitt sindur missvísandi, tí ÍF Føroyar valdu at satsa í endanum. Orsaka av tí, bleiv tapið størri.

 

Samanumtikið kunnu leikararnir vera nøgdir við innsatsin, men úrslitið manglaði.

 

Toppskorari fyri ÍF Føroyar var enn eina fer Eirikur Simonsen við 11 málum (hava video av dystinum, sum kann prógva tað), men fyri at fáa sjálvsálitið upp hjá fyrrverandi 1 div. og núverandi landsliðsleikarunum Rókur við Akralíð og Tróndur J. Kragesten,  hevur hann valt at deila málini út, so endaligi toppskoraralistin bleiv soleiðis:
Eirikur 8, Rókur 6, Tróndur 4, Hallur 2, Steinar 2, Kristoffur 2, Rósing 1, Rani 1 og Andrias 1

Dagsins leikari bleiv Rókur Við Akralíð.

 

 

BankNordik er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum