Venjingardystur móti Amager SK

Menninir hjá ÍF Føroyum spældu sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin í gjár!
Talan var um venjingardyst móti grannunum úr Amager SK.

Dystargongd: 
Amager SK fekk fyrsta málið í dystinum, og legði seg longu á odda 4-1 eftir 4min. Vit komu so í gongd eftir góðar 7-8min og avgerðir byrjaðu at rigga betur og kontrafasan bleiv farlig. Samstundis sum, at verjan gjørdi ein ordiligan vørr fingu vit eina rúgvu av skjótálopum og eftir umleið 20min vóru vit á odda við 3 málum. Støðan í steðginum var 13-12 til okkum.
Í øðrum hálvleiki fylgdust liðini ein stóran part og munurin var leingi bara tað eina málið. 20min inn í seinna hálvleik tóku teir grønu úr Amager SK eitt ordans hál og løgdu seg fram um við 2-3 málum. Hetta var sera seint í dystinum og vit megnaðu ongantíð at heinta teir inn aftur. Úrslitið gjørdist 23-20 til teir grønu.

Sigast kann, at verjan í dag ikki var nakað at reypa av, hóast hon til tíðir vísti góðar taktir. Nú hava menninir so gott sum ongantíð spælt saman fyrr, so mann ikki hetta fer at broyta seg, tá teir kenna hvønn annan betri. 
Álopið og kontrafasan(við Torstein Balle og Rasmus Muller) á odda var eitt farligt vápn í gjár og kemur heilt sikkurt at vera ein týðandi partur av framtíðarsigrum.

Ætlanin er at hava aftur ein venjingardyst áðrenn kappingarbyrjan 23.septembur ímóti Amager SK, og tá kemur somuleiðis ein dystarfrágreiðing út :)