KSG fór við fyrstu stigunum

Fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum varð leiktur í dag, og menn hava verið spentir uppá at sleppa í gongd. Nógvir nýggir leikarir eru komnir til felagið, samstundis sum at fleiri eru farnir.

Útiliðið frá KSG vístu seg at vera væl upplagdir til dystin í dag, og serliga innspælini til strikuleikaran riggaðu væl. Nógv jaligt var at síggja frá okkara monnum, tó tað var sjónligt at leikarirnir ikki høvdu spælt á liðið saman áður. Bæði liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, og stuttligt var at síggja tey nýggju andlitini í felagnum á vøllinum. Serliga var Rasmus Müller (sí mynd) eyðsýndur í fyrsta dysti hansara fyri ÍF Føroyar. Tá farið var til hálvleiks stóð 12-14 á máltalvuni.

Seinni hálvleikur fór í gongd, og KSG løgdu seg á odda við trimum málum, sum eisini kom at vera munurin á liðunum í mest sum øllum øðrum hálvleiki. Seinastu løtuna av dystinum satsaðu vit eitt sindur, men KSG hildu høvdið kalt, og endaliga úrslitið gjørdist 23-28.

Einki stig á kontuna hesuferð, men tað er ein sannroynd, at tá ið útskiftingin á liðnum er so mikið stór, so tekur tað tíð hjá leikarunum at koma at kenna hvønn annan betur á vøllinum.

Málskjúttar: Hanus 5, Kristoffur 4, Rasmus 4, Steinar 3, Niklas 3, Teitur 2, Torstein 2

Dagsins leikari: Rasmus