Kappingarárið hjá kvinnunum er byrjað

(Savnsmynd)

Fyrsti dysturin gav okkum fyrsta stigið! Hóast vit vóru hart raktar av sjúku, skaðum og leikarum, ið eru uttanlands, er hópurin breiður, og tí møttu vit vælupplagdar og spentar til fyrsta dystin á Nørrebro móti KSI 3.

Vit fóru jaligar og viljusterkar á vøllin. Hetta vísti seg serliga væl í verjuni, har ágrýtni og samskifti millum leikararnar var gott.

Vit høvdu ongan málverja við til dystin, men Jutta hevur royndir sum málverji og tók av møguleikanum. Hetta skuldi vísa seg at vera ein sera góð avgerð. Góða verjan og mongu bjargingarnar hjá Juttu, (m.a. skoradu tær bert 2/6 straffum) er heilt víst ein av orsøkunum til, at vit megnadu at fáa tað eina stigið.

Í fyrsta hálvleiki komu vit rættiliga skjótt afturum vid 2 og 3 málum. Dysturin var tó sera tættur, vit kempaðu væl og spældu hvørja aðra góða. Vit stríddust væl upp aftur á javnleik síðst í 1. hálvleiki og fingu seinasta málið, ið hevði við sær at hálvleiksstøðan var 10-11 til okkum.

Í byrjanini av 2. hálvleiki løgdu vit væl fyri og komu beinanvegin framum við 2 og 3 málum. Seinastu 10 minuttirnar taka KSI 3 kvinnurnar okkum tó aftur, og vit verða ávirkaðar av hart rópandi áskoðarunum hjá KSI 3.

Dysturin endar 16-16, og vit gledast um fyrsta stigið, hóast vit gjarna høvdu viljað fingið bæði stigini við heim.

Vit eru um at verða klárar aftur til komandi dystin, sum verdur spældur í annaðkvøld, 10. oktobur. Tá vóna vit at fyrsti sigurin í ár verður veruleiki!