Skert lið tapti fyri KSG 2

Týsdagin 10. oktober varð næsti dysturin hjá kvinnunum spældur. Dysturin bleiv spældur á heimavølli ímóti KSG 2. Tíverri var okkara lið merkt av, at fleiri vóru sjúkar ella uttanlands og tí ikki høvdu møguleika at vera við. Hóast hetta fóru vit spentar og vælupplagdar inn á vøllin, og avtalaðu at halda fast í teimum tingunum, ið eydnaðust væl seinasta dyst.

Fyrsti hálvleikur var rættiliga javnur, og bæði liðini fylgdust næstan allan vegin. Serliga var tað verjan hjá okkum ið riggaði væl, og málverjin stóð seg væl. Hálvleiksstøðan gjørdist 9-7 til KGS 2.

Seinni hálvleikur eydnaðist tíverri ikki líka væl hjá okkum, og hetta var serliga tí, at tað gekk ógvuliga illa hjá okkum at fáa bóltin inn í málið. Hóast vit høvdu nógvar møguleikar og skutu nógv uppá málið, vildi bólturin ikki inn. Hetta hevði tíverri við sær at KGS 2 bleiv við at økja um munin, meðan vit stóðu í stað.

Tíverri bleiv tað ikki til nøkur stig á stigatalvuna hesaferð, men hetta ætla vit at broyta til næsta dyst!

Dysturin endaði 22-12 til KSG 2.