Ársins fyrsti sigur

Eftir 6 dystir uttan sigur eydnaðist tað endiliga ÍF Føroyum monnunum at vinna sín fyrsta sigur. Dysturin byrjaði illa, har ið ÍF Føroyar komu afturum 5-1. Men við stríðsvilja, ið vit ikki hava sæð áður hetta kappingarárið, eydnaðist at koma uppá javnt 6-6. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og hevði ÍF Føroyar fleiri stórar møguleikar, har ið ikki varð tikið av. AB var á odda 12-13, tá ið liðini fóru til hálvleiks.

Í pausini varð tosað um at hava høvdið á og at fara inn at spæla hondbólt. Og skora uppá kjansirnar.

Hetta sá út til at eydnast, har ið ÍF Føroyar legði seg á odda tíðliga og helt hendan leistin allan dystin. Úrslitið gjørdist 29-26 til ÍF Føroyar.

Sum heild kann sigast at allir leikarar spældu sera væl saman, og allir vóru klárir at spæla. Eisini leikararnir á bonkinum gjørdu ein góðan innsats, tá ið teir komu inn fyri at liðið allan seinna hálvleik kundi halda seg á odda. Nú er sjálvsáltið munandi betri enn í síðstu viku, og vit síggja fram til at spæla dyst næsta vikuskifti, har ið ÍF Føroyar fer ein túr til Nørrebro at leika ímóti KSI.

Dagsins leikarar: Eyðfinn, Hanus og Niklas