Avgerðin fall í síðstu sekundunum

Kalt, vátt og gráligt. Veðrið í Keypmannahavn minnir í dag ikki sørt um gerandisdagsveðrið í Føroyum.

Frederiksbergs Idræts-forening (FIF) leitar sær allan vegin suður til Sundbyøster Idrætsanleg á Amager í regninum. Við føroyska landsliðsleikaranum, Róa Berg Hansen, á mótstøðuliðnum, skuldi tað vísa seg, at FIF fór at leika dystin við einum styrktum eykaliði.

ÍF Føroyar leikararnir eru samlaðir í skiftingarrúminum. Menn leggja til merkis, at ongin málmaður er møttur. Venjarin berur so tey boð, at málmaðurin hevur givið avboð, og at ábyrgdin í dag skal verða løgd á herðarnar hjá Jógvani á Steig. Hann, ið ikki hevur staðið millum stengurnar í gott og væl 8 ár. Eisini velur vestmenningurin og stjørnan á liðnum, Hanus Christophersen, at møta 20 minuttir áðrenn dystarbyrjan, so tað kann ikki sigast, at dysturin í dag fór at vera ”a walk in the park”. Tó hava vit eitt gott prát um, at vit í dag ætla okkum at fara inn at skora uppá møguleikarnar, hava høvdið á, og at spæla hondbólt! Tað plagar at rigga.

Vit byrja við bóltinum og leggja okkum á odda 1-0. Lítla løtu eftir javna FIF til 1-1 við einum skoti, har Jógvan á Steig ikki sær alt for gott út. Menn hyggja uppá hvønn annan við skeptiskum eygum. Hetta kundi gerast ein langur dagur, men samstundis kann tað hugsast, at menn í felag dugdu at skyna, at um dysturin ikki skuldi ganga undan, mátti álopsspælið sita í skápinum!

Liðini fylgjast væl ígjøgnum fyrra hálvleik. Serliga eru Hallur og Hanus væl spælandi. Tað sæst, at Hallur nú er 100% klárur eftir fótskaðan, ið hann hevur darvast við seinastu vikurnar. Tá ið Hallur so ikki hevur orku til at spæla, kann hann við góðari samvitsku seta seg á bonkin, og lata veteranin, Niklas Reginsson, stýra spælinum so leingi hansara orka heldur. Nemt.

Í hálvleikinum føra vit heldur óvæntað 16-14. Álopið hevur riggað væl. Hallur og Hanus vísa skot- og gjøgnumbrotsstyrki í bakketuni og vit spæla sum ein eind. Serliga eru tað okkara skot, ið eydnast væl. Áður hava vit gjørt mótstøðumálmannin til hetju, men í dag eru vit neyvari, neyvari enn vant. Roynt hevur verið við einari 5-1 verju, sum hevur eydnast væl. Eisini hevur Jógvan funnið seg til rættis í málinum og hevur havt fleiri bjargingar. Menn eru bjartskygdir. Taktikkurin til seinna hálvleik er, at vit halda fast í tí sum riggar, og at vit eru noyddir til at flyta okkum meir í verjuni. Snilt.

Tó áðrenn vit megna at blunka, eru vit aftanfyri 17-18, og vit fáa ein mann útvístan! Tað er lætt at vera bjartskygdur í viðgongd, men tað er nú, at menn skullu vísa, hvat teir eru gjørdir av. Hetta megna menn, tí vit reisa okkum eisini løtu eftir.

Vit leggja okkum aftur á odda, og leiðslan verður hildin inntil, at gott og væl 25 minuttir eru eftir. Tá koma FIF upp á javnt, og megna teir eisini at føra við einum máli. Enn einaferð reisa vit okkum, ikki minst takkað verið flamboyanta Jógvani, ið ferð eftir ferð bjargar 100% møguleikum, og harvið varðveitir okkara sigursvón. Vit fáa møguleikan at avgerða dystin, tá ið 30 sekund eru eftir av dystinum, við støðuni 27-27, tí bólturin er í okkara hondum. Rópt verður ”Lemgo vinstra” og vælleikandi Rasmus fer í yvirgongd, og síðani verður trýst lagt á. Andrias Sólsker kemur við góðari ferð, og finnur Steinar Prestá á strikuni, sum hegnisliga skýtur bóltin í stongina og inn í málið, og dysturin er liðugur!

Fagnaðurin fær ongan enda og tvey týdningarmikil stig eru vunnin undir ikki-optimalum fortreytum!

Dagsins leikari gjørdist Hallur Biskupstø.

Tekur ein samanum, vísur tað seg, at vit vinna dystin, tí at vit megna at spæla við fáum tekniskum villum, skora uppá teir møguleikarnar vit koma til, og at allir eru við til at skapa eitt homogent spæl. Tað er hugsunarsamt, at sama uppskrift varð nýtt, tá ið fyrri sigurin í kappingarárinum kom í hús.

Leygardagin gongur leiðin norður til Helsingør, har veiðan eftir fleiri stigum heldur fram.