Í jólaferiu við uppreistari pannu

Leygardagin 9. desembur skuldu øll liðini spæla dyst á heimavølli, og eftir dystirnar varð boðið til jólafrokost. 2. manslið og kvinnuliðið spældu teir báðar fyrru dystirnar, og tíverri taptu vit sera tepurt í báðum dystinum. Tískil mátti 1. mansliðið syrgja fyri at vinna, so tað góða huglagið kundi varðveitast.

Talan var um ein sonevndan 4 stigs dyst, tí vit leiktu móti VSH, sum lá eitt stig frammanfyri okkum á 11. plássinum. Vunnu vit komu vit vekk frá botninum, so menn vóru til dystin fús.

Byrjanin var góð, og vit vóru á odda so at siga allan fyrra hálvleik. Takkað verið framúrskarandi málmanspælið frá harra Gærdum, umframt góðum verjuspælið, fóru vit til hálvleiks við einari trýmálsleiðslu.

Í hálvleikinum varð tosað um, at vit ofta fyrr hava gjørt nógv mistøk og spælt illa í byrjanini av seinna hálvleiki. Tað skuldi ikki henda aftur!

Og so var. Vit byrjaðu seinna hálvleik sera væl og øktu støðugt um leiðsluna. Tá seinni hálvleikur er hálvrunnin, eru vit á odda við 8 málum og halda, at sigurin er so at siga heima. VSH fremur onkrar broytingar í verjuni, sum vit ikki klára at loysa nóg væl, og fjáltur kemur á menn. Vit steðga við at spæla okkara skjóta spæl, og fara niður í teirra tempo. Tað endar við, at sigurin er í vanda, men tíbetur klára vit at hála sigurin heim. Dysturin endaði 27-26.

Dagsins leikari: Kristoffur Kristoffersen

Hetta var síðsti dysturin áðrenn jólaferiuna, so tískil var tað sera týdningarmikið við einum sigri. Fyrra hálva av kappingarárinum er nú liðug, og vit kunnu staðfesta, at byrjanin var onki at rópa hurra fyri, har vit taptu fyrstu 6 dystirnar, men av síðstu 5 dystunum, vunnu vit 3. Vit liggja nú á 10. plássið og hyggja nú bara uppeftir.