Kappingarárið hjá monnum skotið í gongd

Týsdagin varđ kappingaráriđ hjá 1. liđnum hjá monnum skotiđ í gongd. Tađ var steypakappingardystur og mótstøđuliđiđ var KFUM. Talan var um var um ein øgiliga javnan dyst, har tađ sást at tađ var fyrsti dystur hjá báđum liđum viđ nógvum tekniskum villum og misnýttum møguleikum.

Vit byrjađu dystin væl og komu skjótt framum viđ 2-3 málum, men miđskeiđis í 1. hálvleiki byrjađu KFUM spakuliga at minka um leiđsluna takkađ veriđ einum vælskjótandi vinstra bakki međan okkara álopspæl ikki koyrdi sum tađ skuldi. KFUM klárađu tískil at leggja seg framum so at hálvleikstøđan bleiv 10-11, sum ivaleyst hevđi kunnađ veriđ størri um ikki Eli stóđ ein branddyst í málinum.

Seinni hálvleikur var øgiliga javnur og liđini fylgdust allan vegin til síđstu minuttirnar, har veruligur dramatikkur kom í. Vit fóru í álop viđ støđuni 23-23, 50 sekund vóru eftir og okkara menn ætlađu sjálvsagt at hetta skuldi vera seinasta álop í dystinum. Aftaná eitt langt álop viđ nógvum fríkastum endađi tađ viđ at Andor bumbađi bóltin í máliđ tá 5 sekund vóru eftir. 5 sekund í hondbólti eru tó lang og KFUM megnađu at sentra skjótt og vinna sær eitt brotskast, samstundis sum Steinar fekk eina útvísing. Brotskastiđ kundi Eli einki gera viđ og dysturin fór tískil í longda leiktíđ.

Fyrsti hálvleikur av longdu leiktíđini var eisini øgiliga javnur og liđini fylgdust líka til síđsta sekundiđ har vit megnađu at leggja okkum framum viđ einum máli. Í seinna hálvleiki byrjađu vit viđ bóltinum og løgdu okkum beinanvegin framum viđ tveimum málum. KFUM klárađu ongantíđ at svara aftur og tískil gjørdist endaliga støđan, at vit vunnu 28-26 og spældu okkum tískil víđari í steypakappingina.

Dagsins mađur gjørdist Eli Gærdum sum stóđ ein branddyst í málinum.

Málskjúttar vóru: Steinar 7, Hanus 6, Andor 5, Rósing 5, Høgni 1, Andrias 1, Torstein 1, Annfinnur 1, og Kristoffur 1.

Næsti dystur verđur sunnudagin 23/9 kl. 15.00 í Furesø ímóti Furesø Håndbold 2.