Enn ein dystur uttan stig

Í dag spældi kvinnuliðið sín fimta dyst. Dysturin varð spældur í Hvidovre ímóti Hvidovre IF 3.

Tíverri taptu vit, og dysturin endaði sostatt 30-25.

Teir fyrstu 10 min. leikaðu vit javnt, men mótstøðuliðið kom framum og lá á odda við trimum málum í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki byrja vit væl, men eftir 5 min. koma vit meir afturúr. Tá 15 min. eru eftir, eru vit 8 mál afturúr. Vit fáa nøkur straffir í dystinum, sum vit útnytta væl – Fía skoraði øll straffini, tó hava vit ofta ringt við at fáa bóltin í netið í álopinum, hóast vit skapa góðar loysnir. Allar stríddust væl, men dysturin var merktur av einum rutineraðum mótstøðuliði og okkara egna lið, sum hevur havt eina heldur turbulenta byrjan á kappingarárinum. Vit hava ikki havt fastan venjara og mangla enn ein. Vit kempa allar væl saman, men fáa nógvar útvísingar – fleiri av órøttum - so vit spæla ofta við einum ella tveimum í undirtali. At enda spæla vit flottan hondbólt og hála nøkur mál inn, soleiðis at dysturin endar 30-25.

Vit liggja nú á einum 8. plássi við trimum stigum. Vit hava nógvir góðir leikarir, so vit fara at koyra á og vóna og fara kempa fyri at vinna teir fýra dystirnir, sum eru eftir áðrenn jól. Verjuna hava vit fingið gott lag á - vit mangla bara tað síðsta – at fínpussa skotini og kenna hvørja aðra betri á vøllinum. Vit høvdu sera góða ferð á spælinum at enda í dystinum, og hetta fara vit at taka við okkum til næsta dyst. Vit trúgva uppá tað og ætla okkum at koma longri upp á stigatalvuni!

Málskorarar: Annika (4), Brynja (2), Beinta (4), Stina (1), Birita (1), Rúna (5), Turið (3), Kristina (2), Fía (3) og Jóna.

BankNordik stuðlar ÍF Føroyum.