Eingin slingur í valsinum í Brøndby

Hósdagur 8. november. Eitt væl mannað ÍF Føroyar lið hevði leitað sær ta longu leiðina til Brøndby eitt heldur kvirt, men samstundis lýtt novemberkvøld. Her skuldu teir spæla dyst í steypakappingini móti Brøndby Strand IK, ið leikar í seriu 2, sum er tvær deildir undir kvalifikatiónsrekkjuni, har 1.liðið hjá ÍF Føroyum leikar dagliga, so føroyingarnir máttu liva við einari heldur stórari favorittrollu. Áðrenn menninir sluppu inn á vøllin at hita upp, vandi kvinnuliðið hjá Brøndby Strand IK, og føroyingarnir sum hugdu at øtaðust við, tí um menninir vístu eins góðar dygdir sum hesar gjørdu, so var talan so sanniliga ikki um eina lætta uppgávu sum lá og bíðaði. Ein annar dyggur smeitur fyri moralin hjá monnunum hendi eitt sindur áðrenn hetta, tá tað vísti seg at tað simpulthen ikki vóru nóg nógv shorts við í taskuni við leikaraklæðum. Hópurin til dagsins dyst taldi heili 12 mans, og hevði ÍF Føroyar leiðslan ikki tikið hædd fyri hesum til fyrireikingarfundin upp undir dystin. Eftir eina miseydnaða roynd at lána shorts frá heimaliðnum, vóru tveir leikarar, sum í hesari frásøgn vilja vera dulnevndir, noyddir at lata seg í ávikavist egin shorts og joggingbuksur. Tað var sjálvsagt ein minni katastrofa at allir leikarar ikki matchaðu, men tað nyttar, sum orðatakið sigur, onki at gráta um spilta mjólk, so allir máttu leggja hetta afturum seg og gera ein rimmar innsats hóast hesa fadesuna.

Hendan dystarfrásøgnin byrjar í góðum 3-2 stíli við endanum fyrst: Tað eru 5 sekund eftir og ein annars flúgvandi Kristoffur Kristoffersen loypur inn av høgra vongi, men málverjin hjá Brøndby Strand møtir skotinum, og tíðin gongur út. Sjáldan hevur ein maður iðrað seg so nógv um ein mistan møguleika, og rimarnar uttanfyri vøllin fingu eisini eitt spark ella tvey. Lesarin hugsar nokk fyri seg sjálvan, at hetta nokk er ein rímilig reaktión, tá ið Kristoffur kanska kundi avgjørt dystin til fyrimun fyri ÍF Føroyar. Men tað sum lesarin ikki veit er, at støðan var 36-12 til ÍF Føroyar, og Kristoffur sjálvur hevði skotið 13 mál í dystinum.

Vit fara aftur til dystarbyrjan. Avtalað varð áðrenn dystin at mótstøðuliðið ikki mátti undirmetast, og at sera hart mátti leggjast frá landi at byrja við. Hetta eydnaðist ikki heilt hjá føroyingunum sum komu afturum 1-0 í fyrsta álopi hjá heimaliðnum og megnaðu ikki at leggja seg framum fyrr enn 5 minuttir vóru farnir. Tá ið 10 minuttir vóru spældir, varð Hanus Christophersen skiftur út. Summi vilja vera við, at hetta var taktiskt, og við dystinum í landskappingini leygardagin í huga. Men líkamikið hvat fyri motivatión var handan hesi avgerð, vísti tað seg at tað veruliga kom gongd í føroyska spælið eftir hetta. Føroyingarnir stóðu stinnir í verjuni, og fingu nógv mál uppá skjótálop, serliga var tað omanfyrinevndi Kristoffur sum gekk á odda, við 8 málum í fyrsta hálvleiki. Føroyingarnir megnaðu nærum hvørja ferð at spæla seg til opnar málmøguleikar, meðan teir høvdu tol í verjuni og ikki góvu nógvar møguleikar burtur. Hálvleikstøðan var ein sannførandi 21-5 leiðsla til føroyingarnar, sum vóru ovurfegnir um aftur at sleppa at spæla í teimum bláu litunum, eftir at vera noyddir at spæla í gulum vestum seinasta dyst.

Í seinna hálvleiki vóru nakrar útskiftingar gjørdar, og fleiri menn royndu ókend pláss, millum annað gjørdi ein væl upplagdur Rógvi Reinert ein vørr í bakketuni. Eftir ein skaða í hondina beint aftaná at vera komin inn í fyrsta hálvleiki, sá dapurt út hjá Rógva, men hann var sera avgjørdur um at hetta ikki skuldi forða honum at lata sín lut fyri liðið, og tað vísti hann eisini í seinna hálvleiki. Umframt Rógva sluppu sesongdebutantarnir á 1. liðnum, Leif Hákun Jacobsen og Jónas Vang Hansen, eisini at royna seg, og gjørdu teir tað heilt heiðurligt. Føroyingarnir tóku sær kanska heldur av løttum í seinna hálvleiki og var tað kanska ikki heilt so stórur munur sum í fyrra hálvleiki, hóast teir høvdu fullkomiligt tamarhald á dystinum.

Hvussu dysturin endaði vita øll longu, og samanumtikið kann sigast at tað var ein ruddiligur sigur til mansliðið hjá ÍF Føroyum, ið glaðir og vóngóðir fara víðari til næsta umfar í steypakappingini. Kristoffur Kristoffersen varð valdur til dagsins leikara hóast tann seinasta svipsaran, og var tað eisini sera uppiborið.

Málskjúttar: Kristoffur Kristoffersen 13(3), Rasmus Müller 4, Torstein Balle 4, Steinar Prestá 3, Andrias Sólsker 3, Jónas Vang Hansen 2, Rógvi Reinert 2, Leif Hákun Jacobsen 2, Hanus Christophersen 2, Høgni Olafsson 1.